Lýsing
Lýsing
Lýsing

KALEO fer at seta götuvík á kók!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.11.2024 - 17:34 Mentan Tíðindi

Í dag er íslendski bólkurin KALEO eitt heimskent navn. Teir hava vitjað her fyrr, tá ið teir í 2014 spældu á spæliplássinum í Syðrugötu. Tá vóru teir ókendir, men tað broyttist fullkomiliga tvey ár seinni, tá ið teir brustu fram á altjóða pallinum við plátuni A/B. Tey flestu hava ivaleyst hoyrt hittið "Way Down We Go", sum bleiv eitt altjóða fyribrigdi.

 

 

Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá íslendsku stjörnunum: Yvir fýra milliardir stroymingar, GRAMMY-tilnevning, konsertir saman við Rolling Stones og framförslur á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza.

KALEO eru eisini kendir fyri síni stak vökru sjónbond, ið teir hava tikið upp í íslendsku náttúruni. Vit mæla til, at tú fert at hyggja eftir nökrum av hesum á Youtube!

Vit eru ovurfegin, at bjóða KALEO vælkomnum aftur á G! Flotta umhvörvið á götusandi fer heilt víst at skapa eina ótrúliga uppliving við tónleikinum hjá KALEO. Festivalurin verður hildin dagarnar 17.-19. juli í 2025.

Tú mást fara!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…