Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatrøini í Kalsoynni tendrað

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  29.11.2024 - 18:00 Mentan Tíðindi

Í gjárkvøldið vórðu trøini í Kalsoynni tendrað og blíðskapurin var, sum altíð, óførur.

Fyrst var steðgað á Syðradali, har Klaksvíkar Hornorkestur spældi sína undirfagru jólatónar og Olivur Thomsen helt røðu við vakra jólatræið, sum bleiv tendrað.

Aftaná vóru bygdarfólk, gestir og honrnorkestur boðin inn í skúlan til ein betri drekkamunn, sum Paulina Eliasen hevði staðið fyri við m.a. heima bakaðum bollum.

Síðani lá leiðin norður eftir oynni, fyrst til Húsar, Trøllanesar og endaðu so í Mikladali, har vit alla staðni møttu sama blíðskapi og hugnin breiddi seg um hesar vøkru og fjálvu bygdir.

Á Húsum gekk ein fitt lítil genta og bjóða karamellur til hornorkestrið og áhoyrarnar. Á Nesi var hugnaljós í skúlanum og boðið verð m.a. heimagjørt brúnsukur og annað gott góðgæti.

Í Mikladali var rættiliga nógv fólk, og hevði bygdarfólkið eisini prýtt við jólaprýði í m.a. smiðjuni, har myllan eisini mól og ljós var í kirkjuni. Í øllum bygdunum var lýsandi jólaprýði í gøtulyktunum.

Eftir haldið í Mikladalið vórðu øll fólkini boðin til ræsta súpan í Avhaldshúsinum.

Eitt frálíka hugnaligt kvøld, har jólahugni og blíðskapur var í hásæti í øllum bygdunum, sum fyriskipara og hornorkestrið var sera fegið og takksamt fyri.

Niðanfyri verður røðan hjá Olivur Thomsen endurgivin:

Gott kvøld, góðu bygdafólk og áhoyrarar annars!

Hvørt ár hátíðarhalda vit jólini til minnis um, at Jesus varð føddur í Betlehem fyri góðum 2000 árum síðani.

Vit byrja longu í kvøld – 4 vikur áðrenn - at fyrireika okkum til jólini við at tendra hetta jólatræ mitt í bygdini. Jólatræið skal minna okkum á, at skjótt koma jólini og við teimum áminning um Guds gávu til okkum. Gávan, har hann bjóðar okkum ævigt lív við trúnni á sonin Jesus. Ein gáva, sum øll menniskju fáa bjóðað við bert at trúgva á Jesus.

Jólatræið er grønt alt árið, og tað skal minna okkum á tað æviga. Ljósið í trænum skal minna okkum á stjørnurnar á himlinum, sum lýsa okkum veg gjøgnum myrkrið. Og stjørnan ovast í trænum skal minna okkum á Betlehemstjørnuna, sum vísti vísmonnunum og vísir okkum vegin til Jesus.

Tað eru tó ymiskir aðrir týdningar og tulkingar, sum í dag og upp gjøgnum tíðirnar hava verðið lagdar í siðin um jólatræið. Tað vóru eisini siðir aðrastaðni áðrenn kristindómin, har jólatræið var partur av hátíðini at tilbiðja gudarnar og ynskja sólina vælkomna aftur við summari og vøkstri.

Vit eru eisini mong, sum eru so glað fyri jólatræið, ljósini og stjørnuna, at vit fáa okkum alt hetta inn í heimið hjá okkum. Vit leggja jólagávur undir træið, dansa um træið og syngja jólasangir.

Fyri 100 árum síðani var tað ikki óvanligt at smíða sær eitt jólatræ og klæða tað við mosa o.ø.., tí umstøðurnar at útvega sær eitt jólatræ tá vóru ikki serligar góðar.

Longu í 1500 talinum var hesin siðurin at hava jólatræ hildin nógvstaðni í suður Europa. Tað, mann veit um, er, at danir byrjaðu uppá hendan siðin fyrst í 1800 talinum og higani kom hann til Norra.

Roknast má við, at danskir embætismenn í Havn hava byrjað uppá hendan siðin í Føroyum eftir hetta.

Tað eru nógvar meiningar um, hvussu vit eiga at halda jól. Fyrr var ikki so nógv – og ein var glaður fyri tað sindrið, sum ein fekk og tað, sum ein kundi gleða onnur við. Í dag hevur alt ment seg til nakað nógv meira. Tann friðurin, sum jólini umboða, er mangan meira ella minni køvdur.

Mong orka illa allar fyrireikingarnar, øll jólatiltøkini og mongu gávurnar, sum skulu keypast - og sum helst skula verða størri og dýrari enn seinast. Matur má ikki mangla, og vit halda, at frystiboksir mugu verða á tremur, so vit ikki sita svong og líða hungur á jólum – væl vitandi um, at alt hetta er ríkiligt líka til páskir.

Men tað eru tó ikki øll, sum hava henda møguleika – og eiga vit at hugsa um tey. Tíbetur eru tað felagsskapir, fyritøkur og einstaklingar, sum bjóða mat til tey, sum ikki eiga – og bjóða til felags jólahald, so ongum nýtist at sita einsamallur ella einsamøll á jólum. Jólagleðin er eisini tað at geva. Jólini eru eisini hátíðin, sum børnini gleða seg mest til. Tá fær mann jólagávur og kann gleðast um tær gávur, sum mann kann geva øðrum.

Á jólum eru tey vaksnu og børnini heima og hava tíð at hugna sær saman og njóta jólafriðin. Tá verður eisini farið í kirkju ella samkomuhús at syngja jólasangir og hugna sær saman við mongum øðrum.

Tá legst friður yvir bygd og bý. Og viðhvørt sær mann ein jólamann við stórum hvítum skeggi.

Og tá gerast vit øll børn aftur. Gleðilig jól øll somul.

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty International enn eitt álop á Ís…
Kí samrøður við Niclas Niclasen og Jákup…
Samrøða við Elsebeth Mercedis
Býarbussu­rin koyrir aftur
Sendið inn uppskot til Ársins Rósu
Avmarkað eftirlit við týðandi rættarregl…
Fleiri enn 30 fráboða­nir komnar
KÍ á breddanum í dag
Hugna sær í illveðrinum
Allir mans eru úti
Allir dagstov­nar stongdir
Skúla­gongdin á Skúlatrøð avlýst
Býarbussu­rin avlýsir koyring­ina í morgin
Meir um ringa veðrið
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…