Lýsing
Lýsing

Mín jólabók 2024 er komin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2024 - 11:52 Mentan Tíðindi

Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.

 

 

Bókin er í 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan kunnu lesa søgur og yrkingar og finna hugskot til okkurt stuttligt jólaítriv. Tað ger Mína jólabók 2024 til eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini kunnu vit m.a. lesa eina upprunaføroyska adventssøgu í 4 pørtum eftir Silju Aldudóttur, sum vit kunnu lesa og njóta hvønn sunnudag í adventini. Hans Jacob Østerø hevur teknað tær stuttligu og jólaligu myndirnar í adventssøguni og hevur harumframt gjørt permutekningina. Hinar søgurnar og yrkingarnar hava eisini vakrar myndir, sum dugnaligir, føroyskir myndprýðarar hava gjørt.

 

Dámar tær fittar, spennandi og stuttligar søgur og tekningar, sum tú kanst lesa hvønn dag fram til jóla, og at gera hugnalig jólaítriv, so er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

 

Turið Kjølbro og Beinta Johannessen hava lagt til rættis, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útgivið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025