Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar sova spurvarnir?

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  29.11.2024 - 12:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Mær dámar at geva smáfuglunum uttanfyri. Nú stutt er ljóst og mangan harðført veður hjá hesum smáu, hevur tað undrað meg, tá eg havi hugt út um morgnarnar, at ongir spurvar ella starar eru við  matin, ið eg havi lagt út til teirra.

Spurdi meg fyri hjá Jens-Kjeld Jensen fuglafrøðingi í Nólsoy um hann kendi til fyribrigdið har hjá sær, at spurvarnir eru seinir á morgni. Nei, segði hann avgjørdur. Her í Nólsoy eru spurvarnir tíðliga á fótum, ja, so skjótt tað lýsir. Men hjá tær har í Klaksvík skalt tú leggja til merkis, at spurvarnir eta ikki bert í tínum háva. Teir sum vanliga vitja teg, hava fleiri mið. Eru teir seinir hjá tær, so sigur tað bara, at teir hava verið aðrastaðni til morgunmat, áðrenn teir vitja teg. Men teir sum eru í tínum nærumhvørvi røkja tó ikki alla Klaksvíkina,  flokkurin vitjar teg og nøkur ávís onnur mið, ikki alla Klaksvíkina, tað gerða aðrir flokkar.

Eisini spurdi eg Jens-Kjeld um hvar spurvarnir sova. Jú, sigur hann, teir halda til har skýli og friður er, mest har teir hava reiðrast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini