Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hondbóltshetjurnar saman við fjepparunum eftir dystin | Mynd: Sverri Egholm

Tit eru fantastiskar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2024 - 12:56 Ítrottur Tíðindi

Føroysku hondbóltskvinnurnar savnaðu veruliga alla tjóðina í seinastu viku og fyrr í hesari. Ikki bert fingu tær longu í næsta europeiska dystinum stig; tær kláraðu seg enntá betur enn menninir við at røkka einum triðjaplássi í bólkinum, har menninir gjørdust eitt vet styttri og endaðu sum nummar fýra. Eisini eftir eitt framúrskarandi bólkaspæl. Vit áskoðarar fingu undirhald í heimsflokki.

 

 

Tað sást helst best í 2. Dystinum ímóti Kroatia, har kroatisku leikararnir gingu sjónliga keddar út av vøllinum, meðan stórur rómur var í føroysku leguni. Hetta hóast at liðini fingu sama úrslit, nevniliga javnleik. Ímóti Danmark og Schweiz var yvirmaktin ov stór, men úrslitið ímóti Danmark var tað frægasta úrslitið millum Føroyar og Danmark nakrantíð. Samanlagt endaðu Føroyar á einum 17. plássi út av 24, og tað má sigast at vera yvir allar forvæntningar.

Sjálvar geva lítillætnu hondbóltskvinnurnar áskoðarunum ein stóran part av heiðrinum. Liðskiparin, Pernille Brandenborg, segði við DR, at tær vóru tað hepnasta liðið av øllum, sum vóru í EM-endaspælinum, og legði afturat, at hendan tíðin hevur verið hæddarpunktið hjá í síni hondbóltskarrieru. Og venjarin Claus Mogensen rakti somuleiðis seymin á høvdið, tá hann segði, hvussu sjáldsamt tað var at síggja eina heila tjóð bakka upp um eitt hondbóltslið.

Tað er púra rætt. Hondbóltslandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum hava megnað tað serstaka, sum tað er at savna føroysku tjóðina. Ein kann kanska siga tað sama um onnur landslið, men tað serstaka við hondbóltslandsliðunum er, at føroyingar fara í hundraðtali avstað av landinum at heppa upp á okkara hondbóltslið, og flestu okkara, sum fylgja væl við í hondbólti, upplivdu eisini, at fólk sum vanliga als ikki interessera seg fyri hondbólti, settu seg saman við okkum í sofuni at hyggja hesar tríggjar dystirnar.

Og vit fingu undirhald fyri allar pengarnar. Har var dramatikkur, gleði, smá vónbrot, spenningur og øll restin av kensluspektrinum. Júst soleiðis, sum okkara hondbóltskvinnur spældu, eigur at verða spælt. Hóast ongin kjansur er á papírinum, og hóast íðan so langt aftanfyri á máltalvuni, so reistust okkara kvinnur hvørja ferð og stríddust til seinasta blóðdropa. Tað er rættur vinnaramentalitetur – aldrin at geva upp.

Hjartaliga tillukku við flottu úrslitinum í tykkara fyrstu roynd í Europa, kvinnulandsliðið! Tit eru fantastiskar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meir um ringa veðrið
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…
Tit eru fantastiskar
Nývalda bygdaráðið í Viðareiðis kommunu…
Jan Højgaard heldur fram sum formaður í…
Brúk fyri hjálp til títt bókhald?
Elsebeth vitjar Norðlýsið í dag
Stóra jóla­blaðið í gerð
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Heimsmál­ini á filmi 2024
Jóla­konsert í Glyvra kirkju
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…