Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vinnarar

Heimsmálini á filmi 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2024 - 23:56 Tíðindi

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali vunnu stuttfilmskappingina hjá Námi. Úrvalda evnið var í ár tað sætta av teim seytjan heimsmálunum hjá ST - vatn. Heitið á filmin var ”Síðsti dropin”. Vinningurin er 30.000 krónur.

 

 

 

Eftir at innkomnu filmarnir høvdu verið vístir í biografsalinum í Havnar Bio, vendi Sigfríður S. Sólsker, útgávuleiðari í Námi, sær til møttu næmingarnar og lærararnar.

- Tit hava við tykkara stuttfilmum víst, hvussu tit hava arbeitt við hesum evni, ítøkiligani og abstrakt, men altíð fakliga viðkomandi, og í onkrum føri eisini stuttliga, har tit leita, eygleiða og fundera í kjallaranum í skúlanum. Onkur annar filmur setur sær fyri at vísa øll elementini, har fótbóltsvøllurin týðuliga fyllir mest, men líðirnar, kirkjan og SMS eisini sleppa við. Vit koma víða, hóast evnið er tað, sum kemur úr krananum, tá vit heima og í skúla koyra hann frá. Henda repeterandi einfeldin sæst aftur. Men vinnarafilmurin letur seg ikki binda niður av nøkrum avmarkingum, segði Sigfríður og fokuseraði á vinnarafilmin.

- Frá byrjan verða vit í ljósi og ljóði drigin inn í eitt ófrættakent horror umhvørvi, sum verður staðfest, tá høvuðspersónurin tekur familjumyndina fram og setur hana í vindeygað. Nú eru vit við og søgan hevur fangað okkum. Tíðindini, sum tey enn lurta eftir, bera boð um, at stongt er fyri vatninunum, og hóast tíggjutúsund eru møtt til mótmæli, vil hin ráðandi fúrstin ella løgmaður ikki luttaka í bandaðari samrøðu. So tætt er framtíðin við okkara samtíð. Og tá høvuðspersónurin hevur lagt seg, men hoyrir onkran pikka á dyrnar, er tað ein lítil genta, kanska úr einum fremmandum land, men í hvussu er merkt av sótt. Hon fær einki at drekka, hóast bikarið er tómt. Einki. Og har sleppur søgan okkum, opin og sterk. Hvat er hetta, sum pikkar á dyrnar og vil siga okkum nakað? Her er styrkin í filmiskari frásøgn. Tí vinna næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali við stuttfilminum ”Síðsti dropin”, kunngjørdi Sigfríður, og handaði næmingunum og læraranum innrammað heiðurskriv og ein kekk áljóðandi 30.000 krónur.

Um at brúka filmin í undirvísing, segði lærarin, Magni Høgnesen, at endamálið var at leggja eina bundna framleiðslu til rættis.

- Saman við læraranum hava næmingarnir funnið upp á eina fiktiva søgu, sum tekur útgangstøði í stuttfilmskappingini um vatn, sum Nám skipar fyri, í einum framtíðarheimi, har veðurlagsbroytingar hava broytt livikorini hjá fólki í Evropa og serliga í Føroyum. Ástøðið hjá Richard Raskin, sum eru á filmsíðuni á Snar, var í miðdeplinum í menningini av stuttfilminum, har teir sjey tættirnir komu í spæl. Av praktiskum orsøkum, og vegna einklu søgugongdina, varð avgerð tikin um, at filmurin ikki skuldi verða longri enn tríggjar minuttir. Eftir filmskappingina er ætlanin, at næmingarnir skulu eftirmeta og fyrihalda seg til, hvussu hinir filmarnir loystu uppgávuna. Ein tanki er eisini, at næmingarnir fáa møguleikan at “petta” filmin sundur fyri síðan at skapa ein alternativan film við somu upptøkum, segði ein vælnøgdur lærari í miðlakunnleika á Kambsdali.

Níggju filmar vóru við í kappingini. Vinnandi filmurin var tríggjar minuttir til longdar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…
Tit eru fantastiskar
Nývalda bygdaráðið í Viðareiðis kommunu…
Jan Højgaard heldur fram sum formaður í…
Brúk fyri hjálp til títt bókhald?
Elsebeth vitjar Norðlýsið í dag
Stóra jóla­blaðið í gerð
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Heimsmál­ini á filmi 2024
Jóla­konsert í Glyvra kirkju
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…