Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjaldur keypir viðurkent norskt felag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2024 - 12:17 Tíðindi Vinna

Vinnufelagið Tjaldur hevur keypt stóran part av norska ídnaðarfelagnum Servi Group

 

Servi er marknaðarleiðandi innan sítt økið í Norra, og hevur eisini týðandi leiklut á altjóða marknaðum.

Um keypið sigur Janus Thomsen, stjóri í Tjaldri: “Servi er eitt felag, ið vit hava havt eyguni eftir eina tíð, og eru vit tí fegin um at vera komin á mál við keypinum. Visiónin hjá Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av, og er tað við tí fyri eyga, at vit ynskja at menna hetta felagið enn meira”.

Kjarnu virkisøkini hjá Servi eru serliga innan frálandavinnu, maritimu vinnuna, umframt orkuvinnuna, og fevnir framleiðslan hjá felagnum m.a. um hydrauliskar loysnir. Harafturat leggur felagið seg eftir bæði at veita einstakar vørur, loysnir og tænastuvirksemi til sínar kundar.

Tjaldur kemur at eiga Servi saman við norsku familjufyritøkuni Ferd.

Ferd, ið er ein av størstu fyritøkunum av sínum slag í Norra, eigur frammanundan nøkur av størru feløgunum í Norra, so sum Elopak, Interwell og Aibel.

 

Stutt um Servi:

  • Stovnað í 1912.
  • Høvuðssæti er í Ski, meðan framleiðslan er í Kongsberg, Kristianssand, Sandnes, Bergen,Ulsteinvik, Trondheim og Rissa.
  • Samlaða sølan hjá Servi í 2023 var 850 mió. NOK.
  • 350 starvsfólk arbeiða í felagnum.

 

Stutt um Tjaldur

  • Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á
    at byggja vinnuliga, og á tann hátt skapa virðir.
  • Deildir í Tórshavn og Oslo
  • Tjaldur hevur týðandi ognarlut í GroAqua, Nema, Effo, Mintra, og nú eisini Servi.
  • Samlaða sølan í samtakinum var góðar 1,8 mia. DKK í 2023
  • Sløk 600 fólk starvast í samtakinum, umframt tey 350 hjá Servi, sum nú leggjast afturat
  • Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga
    menning.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Skipað avmyndan av verkum eftir listaman…
Almenn móttøka – Gomlu lækna­hús­ini tikin…
Føroysk Miðlafólk fjølgast
Latið pensjónistar­nar hava frið
Veðrið í vikuni
Planta eitt træ
Berøa-kórið syngur í Betesda sunnukvøldi…
Norð­búgvin TN 28
Lovorð til Leivur
EM byrjar í Klaksvík
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Fiskimála­ráð­har­rin og Pontius Pilatus
Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í…
Nýggir kavarar klárir
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Ester Skála á Summar Festival
Gloym meg ei - Stuðuls­konsertin 2025
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…