Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ V-blusan í Bláa Skýlinum hevur stolta søgu

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.12.2024 - 19:52 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) Tað er blusan hjá mest vinnandi FM-leikaranum - saman við tveimum øðrum KÍ-arum - Steinbjørn Jacobsen, sum spældi í KÍ ’’V-blusuni’’ m.a. við 66-liðnum, sum hongur í niðaru hæddini í Bláa Skýlinum.

Tá áskoðarar síggja inní niðaru hæddina í Bláa Skýlinum, so síggja tey eina av eyðkendu KÍ-blusunum frá stórheitstíðini í 1950’unum, 1960’unum og fyrst í 1970’unum. Hon hevur eyðkenda hvíta V frammanfyri.

Hendan blusan er ikki bara ein tilvildarlig. Hetta er ein blusa, sum Steinbjørn Jacobsen hevur latið KÍ. Steinbjørn var ein av stóru stjørnunum á 66-liðnum hjá KÍ. Hann vann FM níggu ferðir og tað er tað mesta, sum nakar hevur vunnið í Føroyum saman við tveimum øðrum klaksvíkingum frá somu tíðini, Jógvan Jacobsen og Magnus Kjelnæs.

 


Samlaðu pengar til nýggja blusu

Valdagin 12. november hittu vit Steinbjørn Jacobsen til eitt stutt prát og myndatøku í niðaru hæddini í Bláa Skýlinum, har blusan hongur innrammað. Steinbjørn sigur, at hetta var blusan sum hann spældi í nærum øll FM-árini. Hann metir, at KÍ skifti til hesa blusuna í 1958 ella 1959, so fyrsta og kanska annað FM-heitið hjá Steinbirni var vunnið við einari aðrari. Steinbjørn heldur seg minnast, at leikararnir goldu 5 krónur í part sum part av at fíggja nýggju blusurnar um hetta mundi síðst í 1950’unum.

 


FM-metleikararnir í føroyskum fótbólti vunnu hesi árini (alt við KÍ):

Steinbjørn Jacobsen: 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972

Jógvan Jacobsen: 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969 og 1970

Magnus Kjelnæs: 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…