Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Í samrøðuni við Norðlýsið um føroyska búskapin kom Johnny í Grótinum eisini inn upp á ætlaðu broytingarnar í Sjófeingislógini, har anti-trust reglurnar verða herdar munandi.
"Tað sum er á breddanum beint nú, og sum fyllir nógv í Norðoyggjum, er jú fiskivinnan og ávísar broytingar í Sjófeingislógini, sum fiskimálaráðharrin sendi til hoyringar beint fyri jól" svarar Johnny, tá Norðlýsið biður hann viðmerkja mest aktuellu búskaparligu viðurskiftini við norðoyabrillum.
Samrøðan kann hoyrast her á síðuni.
"Vit hava ikki umrøtt hetta í Búskaparráðnum enn" staðfestir formaðurin í Búskaparráðnum í samrøðuni. "Men tað sum eg dugi at síggja í ætlaðu broytingunum, so verður ikki lurta eftir boðskapinum, sum eg sjálvur hevði á Fiskivinnutinginum í august í 2024. Har ávaraði eg við støði í arbeiðinum í Fiskivinnunýskipanarnevndini í 2016 staðiliga ímóti, at man politiskt fer inn og herðir reglurnar fyri mørkini fyri sonevnda 'anti-trust', tað er at minka um loyvda vavi av fiskivinnufyritøkum í veiðiliðnum.
Tað hevur fiskimálaráðharrin so ikki lurta eftir í nýggja uppskotinum. Tí hann lækkar munandi um mørkini fyri, hvussu stór einstøku reiðaríini kunnu blíva. Tað vil í síðsta enda eisini gera fiskivinnuna munandi minni effektiva, tí stórrakstrarfyrimunir blíva burtur, og harvið ganga útyvir altjóða kappingarførið. Og tað er avgjørt neiligt.
Man kann eisini seta spurningin, hvat er orsøkin til hesa ætlaðu herðing av reglunum? Hvat ynskir man at uppnáa við at herða avmarkingarnar? Endamálið er politiskt og ikki búskaparligt, tí man ynskir at tryggja fólkaræðið so ella so. Har kann man so aftur seta spurning við, um ein minking av loyvdu mongdunum úr 25-35% niður í 15% tryggjar fólkaræðið? Tað havi eg øgiliga ringt við at síggja nakra sakliga grundgeving fyri, at tað líkasum loysir tí avbjóðingina."
Rakar serliga hart reiðaríini í Norðoyggjum og Eysturoynni
Ein kritikkur av ætlaðu herðingini av anti-trust reglunum er, at veruliga endamálið er at fáa fiskirættindini út á aðrar hendur?
"Ja, ein mistanki man kann fáa er, at endamálið er at flyta rættindini úr ávísum økjum til onnur økir í landinum" svarar Johnny í Grótinum. "Harvið blívur tað eitt sindur sum eitt boomerang, tí høvuðsgrundgevingin fyri at herða mørkini er, at politikararnir ikki skulu lata seg ávirka av áhugabólkum og stórum reiðaríum. Men har man nú fær tann tankan, at hetta í veruleikanum er fyri at ganga nøkrum øðrum reiðaríum á møti við teirra ynskjum um størri part av kvotunum.
Tað er ongin ivi um, at Norðoyggjar, Gøta og Fuglafjørður, har tey stóru reiðaríni blíva serliga hart rakt av herdu reglunum. Umframt at reglurnar eisini siga, at eitt nýtt fjórða reiðarí skal inn og fáa kvotur í Barentshavinum, tí markið verður lækkað til 25%. So tað er heilt greitt, at broytingin ávirkar meira neiliga ávís økir í landinum enn onnur.
Tað er ikki eingongd eitt null-summ spæl, har tað sum onkur tapir, vinnur onkur annar. Tí trupulleikin við einum slíkum politiskum inntrivi, sum fordeilir rættindini av nýggjum geografiskt, er, at tað skapir eina óvissu framyvir. Tí hvat fer so at henda um tvey ár, tá nýggj samgonga møguliga verður skipað. So í heila tikið skaða slík inntriv álitið á skipanina."
Øll samrøðan við Johnny í Grótinum kann hoyrast her á síðuni: "Johnny í Grótinum um føroyska búskapin"
Eisini er ein umrøða av boðskapinum á Fiskivinnutinginum í august 2024 tøk her: "Serfrøðin mælir frá at herða antitrust"