Hvørja støðu velja vit at taka?
Harrin sigur: »Eftir Mær skulu oyggjarnar bíða, og armur Mín skal vera vón teirra«. Hevði hetta kunnað verið sagt um tjóð okkara. Harrin signi Føroya land at taka støðu fyri Hansara ráði.
So sigur Harrin, frelsari tykkara, hin heilagi Ísrael: »Gongur tú ígjøgnum vøtn, eri eg við tær; Eg eri Harrin, tað er navn Mítt«. Harrin sigur: »Verður land borið í heim eftir einum degi? Verður tjóð fødd eftir eini løtu?«. Hetta hendi í 1948 – Ísrael, land Harrans. Aftur staðfest. Harrin segði við Abram: »Avkomi tínum gevi eg hetta landið. Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna.« Harrin segði: »Tú skalt ikki longur eita Abram; nei, Abraham skal vera navn títt, tí eg geri teg til faðir at nógvum fólkasløgum. Men sáttmála Mín geri Eg við Ísak, sum Sára skal eiga tær. Er tá nakað Harranum ómøguligt? Abraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á Jørðini skulu verða signað í honum, tí Eg havi útvalt hann.«
Øll fólk á Jørðini eru soleiðis signað at taka við frelsuboði, krossverki Kristusar, til sóning fyri okkara falnu náttúru. Signing Harrans til útvalda jørðiska fólk fólk fór víðari gjøgnum Jákup, sum Harrin gav navnið Ísrael. Av Ísraelstjóð. Hava vit innblásta orð Guðs? Abraham fekk Ísmael við Hagar, egyptisku trælkvinnuni. Abraham fekk Ísak við Sáru. Abraham og Sára vórðu jarðað á mørkini yvir av Mamre, sum Abraham hevði keypt frá hetitum. Ísak og Ísmael komu á talufót, síggja vit, tá teir jarðaðu faðir sín, Abraham. Eftir at Abraham var deyður, signaði Guð Ísak. Ísakur búði við Be’er-lahai-Ro’i.
Harrin opinberaði seg fyri honum og segði: »Eg eri Guð Abrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí Eg eri við tær, og Eg skal signa teg og lata avkom títt verða nógv í tali fyri Abrahams, tænara Míns, skuld.«
Hungursneyð kom nú í landið. Harrin segði við Ísak: »Far ikki til Egyptalands; verð verandi í landinum, sum Eg sigi tær! Búgv sum fremmandur her í landinum; Eg skal vera við tær og signa teg. Tí tær og avkomi tínum gevi eg øll hesi lond. Eg skal halda eiðin, ið eg svór Abrahami, faðiri tínum. Eg skal gera avkom títt sum stjørnurnar á Himli í tali og geva avkomi tínum øll hesi lond, og í avkomi tínum skulu øll fólk á Jørðini verða signað.« Hendan signing er Frelsarans signing til mannaættina.
Ísakur fekk Rebekku til konu; tey fingu tvíburarnar Esav og Jákup. Harrin sigur: »Tann eldri skal tæna tí yngra. Á sama hátt er við einum menniskja, sum er føtt av nýggjum (omanífrá) – hevur fingið anda Guðs í sítt bróst í sáttargerð Kristusar. Signingin til jarðiska fólk Guðs kom gjøgnum Jákup. Tá Jákup hevði stríðst við ein [mann] alla náttina ímóti morgni, segði Maðurin: »Slepp Mær, tí nú lýsir!« Jákup svaraði: »Eg sleppi Tær ikki, uttan at tú signar meg!« Tá spurdi Hann hann: »Hvat er navn títt?«. Hann svaraði: »Jákup.«. – »Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Guð og menniskju og vunnið.«
Tá segði Jákup: »Sig mær, hvussu Tú eitur!«. Men Hann svaraði: »Hví spyrt tú um navn Mítt?« Og Hann signaði hann har, á hesum staðnum, gav Jákupi navnið Peniel, tí hann segði: »Eg havi sæð Guð andlit til andlits og tó bjargað lívinum!« Jákup fekk signing Harrans: »Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna. Avkomi tínum gevi Eg hetta landið frá Egyptalands-á at Stórá, ánni Eufrat – tað er land kenita, kenizita, kadmonita, hetita, perizita, refa’ita kána’anita, girgasita og jebusita.«
»Ísmael (arabarar) skulu liggja í stríði við allar brøður sínar. Harrin segði við Abraham: »Eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg landið, ið tú býrt í sum fremmandur, alt Kána’ans land til æviga ogn, og Eg skal vera Guð teirra. Abraham var abbi Jákup. Jákup fekk signingina frá Harranum.
Harrin stóð framman fyri Jákup og segði: »Eg eri Harrin, Guð Abrahams, faðir tíns, og Guð Ísaks; landið, ið tú nú liggur í, tað gevi Eg tær og avkomi tínum. Avkom títt skal verða sum dustið á Jørðini, og tú skalt breiða teg vestureftir og eystureftir, norðureftir og suðureftir; og í tær og avkomi tínum skulu allar ættir á Jørðini verða signaðar. Eg skal vera við tær og varðveita teg.« Harrin var við Jákupi; eisini tá hann fór til Egyptalands.
Guð segði í eini sjón um náttina við Ísrael: »Jákup, Jákup!« Hann svaraði: »Ja, her eri eg.«. Tá segði hann: »Eg eri Guð faðirs tíns! Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands, tí Eg skal gera teg til eitt stórt fólk har! Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, Og Eg skal eisini føra teg aftur haðani; og Jósef skal leggja tíni eygu saman«.
Harrin sigur: »Eftir Mær skulu oyggjarnar bíða, og armur Mín skal vera vón teirra«.
Hevði hetta kunnað verið sagt um tjóð okkara. Harrin signi Føroya land at taka støðu fyri Hansara ráði.