Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og Spæl Føroyskt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2025 - 20:23 Mentan Tíðindi

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og KVF í felag fyri eini Spæl Føroyskt viku í viku 9 (22.februar til 2.mars).

 

 

Hesa vikuna hoyra vit føroyskan tónleik burturav í KVF og livandi framførslur og framløgur kring landið. Vit vilja nevniliga hava allar Føroyar upp at darra í eina heila viku!

Ætlanin er, at Spæl Føroyskt skal gerast eitt landsumfevnadi tónleikaátak. Ein vika, har framførslur eru á hvørjum horni – allastaðni frá ellisheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið, og við øllum tónleikasløgum, alt frá føroyskum sálmum til modernaðan popp.

Og tað er okkara vón at tykkara miðil eisini vil varpa ljós á hesi tiltøk sum henda í Spæl Føroyskt vikuni, samstundis sum at tit sjálvi luttaka við at eitt nú spæla føroyskt og gera ymiskt tilfar við føroyskum tónlistafólkum ella persónum sum fyriskipa tiltøk í SF.

Tað vóru fleiri dagstovnar og skúlar, spælistøð og kirkjur og kommunur, sum hava tikið undir við vikuni seinastu árini, og vóna vit, at enn fleiri fara at vera við í ár. Tí heita vit nú á tykkum, um at vera við í hesum jaliga og mennandi átakið. Vit vilja, at vit øll í felag verja okkara tónleikaarv, menna tónleikapallin og kveikja áhuga fyri tónleiki og føroyskum tónleiki. Tónleikur hevur ein serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við.

 

Soleiðis gerst man partur av Spæl Føroyskt

Skipa fyri einum (ella fleiri) tónleikatiltøkum í døgunum 22.februar - 2. mars og skráset tiltøkini á okkara heimasíðu (musikk.fo) - so gerst man partur av Spæl Føroyskt skránni.

Tað kunnu vera framførslur, framløgur, felagssangur ella annað, sum hevur við føroyskan tónleik at gera. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk. Tónleikasamband Føroya varpar ljós á skránna og í tøttum samstarvi við KVF, varpa vit ljós á tykkara tiltøk.

Soleiðis standa vit saman um at varpa ljós á henda dýrgrip, vit øll eiga - tónleikin.

Vit gleða okkum at frætta frá tykkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing