Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Páll Sólstein

Útsynningur alla vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.01.2025 - 19:16 Tíðindi Veðrið

Nú er broyting komin i veðrið. Liggjandi kuldin er burtur, og tað er bæði vátt og grátt.

Eitt hátrýst liggur yvir Evropa nú, og tað fer at liggja alla vikuna. Lágtrýstini fara at ganga í landnyrðing vestan fyri Føroyar, og tí fer ættin at vera útsynningur alla vikuna. Vindferðin fer at broytast eitt sindur, men ikki nógv. Fer ikki niður um 8 til 13 m/s. Ikki illveður, mesti vindurin hósdagin, 18 m/s. So vindferðin er nokkso støðug, kunnu vitr siga.

Tað verður næstan ikki dagurin uttan avfall. Samregn fleiri dagar, hinar dagarnar ælaveður. Hitalagið eisini nokkso støðugt, fer at liggja millum 7 og 10 stig.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Um morgunin 8 til 13 m/s av útsynningi, hálvskýggjað og okkurt ælið. Út á seinnapartin vaksandi vindur upp í 10 til 15 m/s, skýggjað og stundum regn, út á kvøldið ælaveður. Hitin millum 7 til 10 stig.

Týsdagin:

Útsynningur 8 til 13 m/s, seinni vaksandi upp í 10 til 15 m/s, skýggjað og løtur við regni ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

Mikudagin:

10 til 15 m/s av útsynningi (enn), skýggjað og stundum regn, seinni bert okkurt ælið. Hitin um 9 stig.

Hósdagin:

Aftur útsynningur, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Hetta er skrið. Loftið skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.

Fríggjadagin:

8 til 15 m/s sunnan ella av útsynningi, um morgunin smáskýggjað og turt, men út á dagin samdrigið og regn. Hitin um 9 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið