Lýsing
Lýsing
Lýsing

Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.01.2025 - 17:28 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin 25. januar bjóðar Parasport Føroyar, saman við venjarum úr KÍ, Ægir, Klaksvíkar fimleikafelag, fimleikafelagnum Ljósinum og Special Olympics Føroyar, børnum og ungum við serligum tørvi at royna Special Olympics ítrótt í Klaksvík.

 

Ongi ítróttarlig ella onnur krøv eru fyri at luttaka í tiltakinum, men vit viðmæla at fylgjarar koma við temum ið hava trupult við at skilja boð ella á annan hátt hava størri tørv á stuðli.

‍Høvið verður at royna ítróttirnar svimjing, boccia, fótbólt og fimleik.

Tiltakið verður í KÍ høllini frá kl 10, og freistin at melda til er 22. januar‍

Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.parasport.fo‍,

 

‍Um Special Olympics

Special Olympics er felagsskapur undir Parasport Føroyar ið skipar fyri ítrótti til fólk við serligum tørvi. Annaðhvørt ár verður skipað fyri heimsleikum fyri tey ið eru serliga íðin í sínum ítrótti.
Parasport hevur havt luttakarar við í Special Olympisku summarleikunum síðani 2023, og er eisini ætlanin at verða við tá leikirnir verða í Chile í 2027.
Ongi krøv eru til diagnosur, tíðir ella annað tá ein kappast í Special Olympics, bert at man hevur serligan tørv, ger sítt besta, og venur regluliga.
Umfram at luttaka í heimsleikum, so luttaka føroyskir íðkarar javan í ymiskum smærri kappingum í Føroyum og ymsastaðni í Europa.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið