Nýggi barnaleikurin “Hevur tú sæð Carmen?” vitjar Varpið
Í farnu viku setti Opera.fo upp nýskrivaða barnaleikin “Hevur tú sæð Carmen?" á Tjóðpalli Føroya, við 16 gentum í aldrinum 9-15 ár, sum sungu, dansaðu, spældu ljóðføri og sjónleik. Komandi vikuskifti verður sami leikur settur upp í Varpinum, men við aðrari manning. Verkætlanin er nevniliga skipað soleiðis, at sami leikbólkur við 8 gentum framførir bæði á Tjóðpallinum og í Varpinum, men við ymiskum kórum, við ávíkavíst 8 sangarum úr Havn, og 8 úr Klaksvík.
Talan er um ein fittan barnaleik, ein sonevnd pixi-opera, við íblástri og tónleiki úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar.
“Carmen" er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er hon á tremur við kendum tónum, sum Habanera og Toreador - sum nú eru umyrktir til føroyskt. Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk, og snýr seg um ein sigoynaraleikbólk, sum ferðast runt og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.
Sýningin er uml. 35 min.
Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen
Koreografi: Diana J. Hansen
Plakat: Kjartan Magnussen
Myndir: HeinesenMyndir
Operettur:
Annika Sigurdardóttir Kristiansen, Alda Akralíð, Bergtóra Glóð Heinesen, Hjørdis Sjóvará Bendtsen, Íðunn Gaard Tróndardóttir, Kristina Holm Johannessen, Rannvá Píl Heinesen, Ria Egilstoft.
Operettukórið í Klaksvík
Elisa í Jákupsstovu, Emma Sjóstein, Eva Lind Sørensen, Eva Schmidt, Hanna Áarskarð, Jemima Hvannastein, Joan Næs, Jonna Steinberg Joensen.
Sýningar verða í Varpinum
Leygardagin 1/2 kl. 13:00 og 14:30
Sunnudagin 2/2 kl. 16:00 og 17:30
Atgongumerki fáast www.atgongumerki.fo