Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung og rúsevnir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  31.01.2025 - 08:17 Tíðindaskriv

Í samband við sína masterverkætlan í útbúgvingini Master i Rusmidler á Aarhus Universitet hevur Heidi I. Tvørfoss gjørt eina spurnarkanning millum 362 ung í aldrinum 15-25 ár, sum viðger teir faktorar, ið kunnu ávirka, um føroyskur ungdómur velur at brúka ella frávelja rúsevni.

 

 

Rúsevni ein vaksandi trupulleiki

Rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki í føroyska samfelagnum. Hagtøl frá løgregluni vísa, at meðan hald varð lagt á uml. 1 kilo av hash í 2010, var hetta talið vaksið til umleið 53 kilo í 2023. Hetta bendir á, at rúsevnisnýtsla og útbreiðsla eru økt seinastu árini.

Kanningin vísir, at umleið helvtin av ungum drekkur alkohol, og tá tey drekka, drekka tey flestu nógv hvørja ferð. Harafturat vísa úrslitini, at 7 prosent av teimum ungu hava tikið ólóglig rúsevni, har cannabis er mest nýtt. Í danskari kanning vísti tað seg, at 9,7 prosent av teimum ungu høvdu brúkt cannabis seinasta mánaðin, og hesi tøl vísa, at Føroyar ikki liggja langt frá donskum tølum. Hesi tøl undirstrika, at trupulleikin er álvarsamur, og tí er alneyðugt at seta inn við átøkum fyri at basa hesum avbjóðingum.

Faktorar, sum kanningin vísir, ávirka rúsevnisnýtslu hjá føroyska ungdóminum:

  • Nýtslan av alkoholi og ólógligum rúsevnum økist við aldrinum.
  • Sambandið millum nikotin, alkohol og rúsevni: Nýtsla av nikotini, alkoholi og ólógligum rúsevnum hongur ofta saman, har inntøka av einum kann økja sannlíkindini fyri nýtslu av øðrum.
  • Familjuviðurskifti hava týdning: At búgva saman við báðum foreldrum hevur samband við minni nýtslu.
  • Heilsuviðurskifti: Tey, sum brúka rúsevni, hava í størri mun verri svøvngóðsku, kostvanar og konditión.
  • Sálarlig viðurskifti: Sálarligar avbjóðingar, so sum strongd og psykiatriskar diagnosur, eru vanligari millum tey, sum brúka ólóglig rúsevni. Gentur hava í størri mun tekin upp á strongd, angist og tunglyndi, meðan dreingir oftari vísa tekin uppá agressión og impulsivitet.
  • Dreingir í serligum vanda: Ungir dreingir, serliga teir sum arbeiða innan handverkaravinnuna, eru millum teir mest útsettu fyri at brúka ólólig rúsevnir. ADHD og impulsivur atburður eru meira vanligir í hesum bólki, sum kann gera teir meira sárbarar fyri rúsevnisnýtslu sum ein máta at handfara gerandisligar avbjóðingar.
  • Sosialur felagsskapur sum møguligur verjandi faktorur: Ung, sum regluliga luttaka í ítrótti, í samkomum ella skipaðum frítíðarvirksemi, hava lægri sannlíkindi fyri at brúka rúsevni.

 

Hví er hetta týdningarmikið?

Úrslitini vísa, at rúsevnisnýtsla hjá ungum ikki bert er ávirkað av atgongd til rúsevni, men eisini av teirra gerandisdegi og umstøðum. Tey ungu, sum hava eitt sterkt sosialt netverk og virknan felagsskap, tykjast í minni mun at velja rúsevni. Tað samsvarar við líknandi kanningar gjørdar í Danmark. Hetta undirstrikar týdningin av at styrkja góðar sosialar karmar og skapa møguleikar fyri meiningsfullari frítíð.

 

Skjót hjálp

Tað er avgerandi, at vegleiðing og stuðul verða sett inn áðrenn trupulleikin veksur, soleiðis at ung fáa neyðugu amboðini at handfara avbjóðingar, áðrenn rúsevni gerst ein loysn. Um ung fáa hjálp í rættari tíð, kann tað geva teimum betri fortreytir fyri at liva eitt málrættað lív, har tey kunnu blóma og gagnnýta síni evnir til fulnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti