Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin í dag í smáskýggjaðum lofti. Sólin var frammi onkra løtu, og so er tað tað, um tað var nóg leingi til at saðla ein hest. | Mynd: Undirritaði

Kyndilsmessa

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.02.2025 - 18:24 Tíðindi Veðrið

Í dag er 2. februar. Kyndilsmessa. 43 dagar eru lidnir, síðan stytsta dag, og dagurin eru longdur heilt fitt síðan tá.

Stytsta dag reis sólin klokkan 9:52 og fór niður 14:55 – var uppi í 5 tímar og 6 minuttir

Í dag reis sólin klokkan 08:49 og fór niður klokkan 16:31 – var uppi í 7 tímar og 41 minuttir.

Dagurin er sostatt longdur 2 tímar og 35 minuttir. Legg til merkis, at dagurin leingist ikki líka nógv í báðum endum av degnum!

Fyrr varð sagt, at á hesum degi er veturin komin í helvt.

Eitt veðurtekn er sum dagin eisini. Petur Hans Dahl las tað í morgunsendingin 1. februar 2021. Tað ljóðar soleiðis: Skínur sólin hendan dag so leingi, at tú fært stundir at saðla tær ein hest, so verður várið gott.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…