Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ - Víkingur 3-1

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  05.02.2025 - 21:07 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá KÍ vann 3-1 á Víkingi í venjingadysti í kvøld.

Líkindini vóru góð, tó at partar av ljósmastrunum ikki lýstu optimalt ein part av dystinum, tá KÍ og Víkingur spældu venjingardyst í kvøld.

KÍ sat á øllum í fyrra hálvleiki og tað var í tráð við leikgongdina at KÍ var á odda 2-0. Vælleikandi Jóannes K. Danielsen skoraði fyrst og legði síðani upp til Páll A. Klettskarð, sum skoraði hegnisliga, har Víkingar vildu hava rangstøðu.

Í seinna hálvleiki vendist alt á høvdið. Víkingur tók yvir og sat á tí mesta. Poul Kallsberg minkaði um munin við beinleiðis frísparki. Útjavnandi mál lá í luftini, men so fingu Aron J. Ellingsgaard og Atli Gregersen reytt kort og so kundu teir 11 KÍ-arnir skoraðitt mál afturat móti níggju Víkingum. Innskifti Jonn Johannessen legði innfyri til Mads Boe Mikkelsen sum skoraðu. Bæði liðini gjørdu fleiri útskiftingar, men fyri norðoyingar er tað helst hugaligt, at 20 ára gamli lokali Dávid B. Andreasen tykist nærkast liðnum. Hann var fyrsti innskiftari og avrikaði væl eins og hann hevur gjørt hinar venjingardystirnar í ár. Við orku sær hann út til at verða ein av teimum bestu í hópinum i løtuni.

KÍ byrjaði við hesum liðnum: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Adam Ben Lamin, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, René S. Joensen, Filip Brattbakk – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron J. Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsbrg – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað