Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torraskráin

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  17.02.2025 - 08:22 Mentan Tíðindi

Mánadagin komandi - 17. februar fer Torravikan av bakkastokki.

Tú kanst kunna teg neyvari um skránna her

MÁNADAGUR - 17. FEBRUAR 2025

KL. 09.00 - 21.00 CAFÉ FRÍÐA

KL. 11.30 - 15.00 ANGUS OPIÐ
Sí matskrá og bílegg borð
Serligur Torra-borðseðil
Angus.fo – 457777

KL. 12.00 - 20.00 CAFÉ FRÍÐA
Hvønn dag í Torravikuni
Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo
Eisini er annað mangt á borðseðlinum

KL. 13.00 - 17.30 BLÁI KROSSUR FØROYA Nólsoyar Pálsgøta 22
Klæðir kunnu latast inn allar dagar
Vælkomin inn á gólvið

KL.13.00 – 17.00 DUGNI, TINGHÚSIÐ - KLAKSVÍKVEGUR 56
LISTAFRAMSÝNING
Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning
Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni
Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið

KL. 14.00 – 16.00 VARPIÐ - FOYERIN
NORÐOYA LISTAFELAG SÝNIR FRAM LISTAVERK

– í kjallaranum í Varpinum
Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag

KL. 16.00 CHRISTIANSKIRKJAN Í KIRKJUKJALLARANUM:
TORLEIF JOHANNESEN, sjómanstrúboðari í 35 ár – um at bera sjófólkinum góð tíðindi - og samstundis bera tíðindi frá sjófólkinum til fólkið heima
Drekkamunnur verður boðin aftaná

KL. 17.00 - 21.30 ANGUS OPIÐ
Sí matskrá og bílegg borð
Serligur Torra-borðseðil
Angus.fo – 457777

KL. 19.30 KLAKSVÍKAR BÓKASAVN
BÓKACAFE VIÐ EYÐUNI KLAKSTEIN
Tað verður Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið fer at hava samrøðu við rithøvundin um bókina, Lygn

Lygn er millum tey trý verkini, sum í ár eru í uppskoti til at fáa Lesaravirðislønina 2025

KL. 19.30 VARPIÐ
HVUSSU ÁVIRKA VEÐURLAGSBROYTINGARNAR FØROYAR?
Kendi danski veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard fer at hava fyrilestur um, hvussu veðrið verður.
Jesper fer í fyrilestri sínum at koma neyvari inn á orsøkina til veður lagsbroytingarnar, tí tað er her, vit kunnu finna møguligu loysnirnar, metir hann.

Tú kanst eisini seta honum spurningar og koma við tínum viðmerkingum um veðrið
Kaffi og prát er eisini á skrá

KL. 20.00 CAFÉ GLORIA
SANGLØTA – Andakt og hugnakvøld
Elim saman Frelsunarherinum, hava andakt og skipa fyri Sangkvøldið, eisini verður eingóður drekkamunnur at fáa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir