Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, framman fyri básin á sjógætismessuni í Barcelona, ið verður hildin í hesum døgum. | Mynd: Egin mynd.

Lágu laksaprísirnir eru ikki bara ringir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2025 - 20:52 Tíðindi Vinna

Hóast prísurin á laksi er lágur í løtuni, so er tað ikki bara ringt, sigur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen. Hann er í løtuni staddur á sjógætismessu í Barcelona, og haðani veit hann at siga, at fleiri fólk, sum annars ikki hava so góð ráð til laks, nú leggjast afturat kundaskaranum.

– “Ongin hevði væntað, at laksaprísurin fór at falla so nógv, sum hann er fallin. Heldur óvæntað kemur nógvur laksur úr Noregi og Chile, og ongin sá tað koma. Sjálvt ikki MOWI, sum annars er alla staðni í heiminum, sá tað koma. Í februar væntaðu teir 2-3% vøkstur. Vit sjálvi á Bakkafrosti væntaðu 4-6%. Men nú vísir tað seg at kunna enda á 10%, og nú í fyrsta ársfjórðingi, áðrenn tað útjavnar seg, er vøksturin onkustaðni millum 15% og 20%, og tí virkar tað so ógvisligt í løtuni”, sigur Regin Jacobsen.

– “Hetta hevur gjørt tað, at laksaprísurin nærmast er kollapsaður. Hann er fallin óvanliga nógv. Men positiva síðan er, at fólk keypa nógvan laks av tí sama, tí hann er bíligur, og av tí sama hava vit fingið nógvar nýggjar kundar. Men nógv minni kemur inn í kassan, tá laksaprísurin er nógv lægri enn hann burdi verið, og tá er tað klárt, at vit mugu fyrihalda okkum til, men eg kann ikki siga nakað um júst hvussu, vit fara at reagera, enn”, sigur stjórin í Bakkafrosti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Køkan skal gerast størri
Moské? Moské ikke
Avtala undirskrivað um vegagerð og byggi…
Carlsberggrunnu­rin játtað 1,5 mió. til e…
Manipuler­andi journalistikkur hjá NRK gr…
Við framskygni byggja vit land
Filip Ilic úr Mjølnir til Italia
Haldið islam av hundan og til úti úr Før…
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni