Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bryan Adams Við Tjarnir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.02.2025 - 19:29 Tíðindaskriv

Heimsstjørnan Bryan Adams hevur sett kós ímóti Føroyum, og fer at hava eina eksklusiva sitikonsert í stórhøllini við Tjarnir 23. apríl. Hetta verður Føroya størsta stovukonsert

 

Nú Stórhøllin Við Tjarnir er virkin, eru betri og størri møguleikar at fáa stór listafólk til Føroya at framføra. Og Bryan Adams man teljist millum tey heilt stóru listafólkini. Bryan Adams hevur áður spælt í Føroyum í 2008, og tá var tað ein fullsettur Tórsvøllur, sum tók ímóti honum. Nú er Bryan Adams á ferð við Bare Bones konsertferðini, sum er intimt konsept, har stóru sangir hansara veruliga verða settir í ljósmála, tá teir verða framførdir við aukustiskum ljóðførum.

At tosa um eitt intimt konsept gerst sjálvsagt relativt, tá talan er um eina heimsstjørnu. Tí hann hevur hildið hesar intimkonsertirnar í stórbýum, og her hava tíggjutals túsund áhoyrarar verið til staðar. Men í Føroyum verða bert 3.050 sitipláss. Hetta tykist nógv fyri okkum í Føroyum, men veruliga intimt fyri stjørnuna, Bryan Adams.

Hási kanadiumaðurin hevur verið ein rættur risi í heimspoppi og rokki farnu 40 árini. Hann hevur selt útvið 100 milliónir plátur, og hevur framleitt og framført fleiri heimshitt. Tá føroyingar í 80unum hugdu at MTV, gjørdist Bryan Adams húsgestur hjá teimum flestu. Løg sum “Run To You”, “Heaven”, “Summer of 69” og seinni “(Everything I do) I do It for you”, gjørdust løg ið vórðu tráspæld á MTV og í føroysku loftmiðlunum.

Hann hevur eisini framleitt og lagt rødd til hópin av filmstónleiki, so sum til Robin Hood, The Tree Musketeers og til Disney teknifilmar.

 

Ein sera virkin listamaður

Bryan Adams hevur ferðast við sínum tónleiki kring allan heim í nærum fýra áratíggju. Tónleikur hansara hevur rokkið ovastu rók í fleiri enn 40 londum, og hevur vunnið hópin av virðislønum. Millum annað eina Grammy, American Music Awards, tríggjar Academy Awards, fimm Golden Globe tilnevningar, og hann hevur fingið viðurkenningina Companion of the Order of Canada. Í 2018 byrjaði hann at takast við sangleikir, og samskrivaði sangir til leikin “Pretty Woman: The Musical” og í 2022 gav hann út sína 16. útgávu “So Happy It Hurts”

Í 2023 gekk hann í fótasporunum hjá Taylor Swift og endurinnspældi nøkur av sínum størstu hittum við tvíútgávuni “Classics”. Stutt eftir gav hann út eitt savn við upptøkum frá hansara listafólkavist í The Royal Albert Hall. 

Í august 2024 stovnaði Bryan sítt egna plátufelag, Bad Records, og gav út eina serútgávu við tveimum sangum, “Rock And Roll Hell” og "War Machine".

Tað er Eventz.fo, ið skipar fyri konsertini. Eventz.fo hevur áður skipað fyri hópin av stórum og væleydnaðum konsertum í Føroyum, eitt nú konsertum við James Blunt, Poul Potts, Anastaciu, Markus & Martinus og Medinu. Eisini hevði felagið ein sera virknan leiklut í fjepparatiltøkunum í ávíkavist Berlin og Basel. “Vit eru ovurfegin, at kunna bjóða slíka góðsku til føroyingar, nú stórhøllin loyvir slíkum konseptum. Beint sum vit sóu møguleikan, settu vit okkum í samband við umboðsfólk hjá Bryan Adams, tí vit vistu, at hann ferðast við hesum konseptinum, har tónleikurin verður framførdur rættiliga inniliga, og vit vita, at føroyingum dáma væl konsertir sum hesar. Hetta er at kallað ein risa stovukonsert”, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Eventz.fo. Konsertin verður mikukvøld 23. apríl. Dyrnar lata upp kl. 19.00 og konsertir byrjar kl 20.00.

Atgongumerki verða at fáa frá týsdegum 18. februar kl. 12:00, og tað verða bert 3.050 atgongumerki sett til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á eventz.fo og tjarnir.fo. Tey kosta úr kr. 795,- umframt avgreiðslugjald.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bøndur ónøgdir á annars væleydnaðari Bún…
Fiski­vinnu­politikku­rin hjá Dennis hevur…
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast…
Burðardygd ein sjálvsagdur partur av fis…
At vera Vera
Myndarøð: Búnaðarstevnan
KÍ vann 3-1 í Gundadali
Nógv fólk á Búnaðarstevnuni
Norðlýsið upp á gólv
Bryan Adams Við Tjarnir
KÍ spælir í Havn leygar­dagin
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Veitslubumban Zak og Sandro á Tórsfest 2…
Treysti hevur aðalfund
Fittir, men gera óbótaligan skaða
Synd rættvísi og dóm
Rottangatøming á Kalsoynni
Eyvør Klakstein um sítt nýggja poddvarp
Tvey ára sáttmáli til Eyðun & Atla
Veðrið um vikuskiftið