Lýsing
Lýsing
Lýsing

At vera Vera

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.02.2025 - 17:12 Tíðindi

Mánamorgunin eftir vetrarfrítíðina verður nýggjur útvarpsleikur at hoyra í barnaútvarpinum. At vera Vera er nýskrivaður samtíðar útvarpsleikur, sum fer fram á føstulávint í 2025.

 


Leikurin snýr seg um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. Vit hitta Veru á fyrsta sinni, tá ið hon er til judo í gomlu filmleikarhøllini í Argja skúla. Tey vaksnu hava tikið eina býtta avgerð viðvíkjandi føstulávintsmánadegi. Hetta vil Vera ikki finna seg í, og fer í hernað ímóti teimum vaksnu - Vera kann ikki lata vera við at vera Vera. At vera Vera er ikki bara bara.


Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Tað ber eisini til at lurta á KVF/VIT/ljóð - og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun.


“Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma”, soleiðis sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru. “Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn - eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð”, sigur Óluva Lín. Íalt eru fleiri enn 50 leikarar við. 


Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag. 


Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum - At vera Vera. 


Nógv er gjørt burturúr ljóðmyndini og ein nýggjur sangur er gjørdur. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin - At vera Vera. Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. Ein TikTok dansur til lagið verður tøkur mánadagin, so tit kunnu gleða tykkum. Kom og lurta - kom og dansa - #atveravera.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigur til H71 á Stjørnuni
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann tættan dyst
Mikkjal fingið sekkin í AIK
Skjótt
Sunnudagin fær Stjørnan vitjan av H71
Venezuelska andstøðan við herin: Viðurke…
SMS: Stjørnan tekur móti H71 sunnudagin
Mjølnir - Fleyr sunnudagin
Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lon…
Túsundtals danir stuðla undirskriftainns…
USA er lopið á Venezuela
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri