Lýsing
Lýsing
Ein frálíkur dagur í gjár á TSK, har so nógv ymiskt var at fá. | Mynd: Dávur Winther

Tekniski skúli opið hús á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2025 - 10:17 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tey høvdu rættiliga spílað seg út á TSK, sum skúlin vanliga verður kallaður

Torra-sjálvtøkuborð, heilsurenning, heilsucafé og mangt annað var á skránni í TSK, og so var skúlin opin, har tú kundi kunna teg um tær ymsu greinarnar, undirvíst verður í.

Undir einum varð hetta í Torraskránni kallað - Opið Hús á TSK.

Á Matvørudeildin høvdu tey rættiliga spílað seg út og skipað fyri Torra-sjálvtøkuborði, har høvuðsdenturin á borðseðlinum var við rávørur úr sjónum. Eftir smakkinum at døma, hevði kokkurin ella kokkarnir havt asiatiskar brillur uppiá – og frálíkt smakkaði.

Tøknibreytin hevði rættiliga gjørt sær ómak og skipað fyri spurnarkapping um standmyndirnar í býnum, sum tú kundi gitað ymiskt um í eini spurnarkapping, tey høvdu gjørt. Afturfyri fekst tú kaffi og flógvar Vaflur.

Hesir somu næmingar á Tøknibreytini høvdu saman við Treysti skipað fyri heilsurenning. Tó valdu tey at avlýsa, tí veðrið var so illsligt hesa løtuna.

Men heilsucaféin var tó alíkavæl, og vóru tey mong, sum nýttu høvið at fáa kannað og mált blóðtrýst, blóðsukur, lungaorku, iltupptøku og annað.

Heilsukaféin til nyttuna

Henda Heilsukaféin, sum eisini hevur verið skipað saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur sanniliga verið til nyttuna millum ár og dag í Torraskránni.

Tað er meir enn so komið fyri, at persónar, sum als ikki vistu av ella merktu sær nakað - og tíans heldur ikki høvdu í umbúna at fara til lækn at kanna seg, eru blivin ”avdúkað fyri skeiv tøl” á Heilsukaféini. Bæði tað at blóðtrýstið var ov høgt ella tí sukurtølini ikki vóru røtt.

Í fjør, tá ið eg var við til kanningarnar á Heilsukaféini, kom eg at sita yvirav eini damu, sum sjúkrasystrarnar ikki vildu sleppa. Tað bleiv eitt sindur av mutlaríið, og tann eina spyr hina, skal eg ringja?

Tað vísti eg, at blóðsukrið var so út av lagi, at henda daman mátti innleggjast, og varð sett í viðgerð. Hesum visti hon als ikki av og hevði heldur ikki ætlanir um at fara til nakrar kanningar hjá lækna. Men hon bleiv loftað av tilvild á Heilsukaféini eftir eina hugnaliga rennig á rennibreytini.

Allar deildirnar á skúlanum høvdu opið, og til bar at kunna seg um virksemið á skúlanum, har
lestrarvegleiðarar eisini vegleiddu um tær ymsu útbúgvingarnar. 

Jú, sanniliga ein frálíkur dagur í gjár á TSK, har so nógv ymiskt var at fá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…