Planbúskapur ella marknaðarbúskapur?
Peter Holm (PH) legði í síðstu viku fram eina grein, sum vendir sær ímóti mínum sjónarmiðum um eyka vinningi í fiski- og alivinnuni. Og spyr um tað eg sigi er læran á Setrinum. Greinin er merkt av skeivum fortreytum, misskiljingum og einum manglandi grundleggjandi skili fyri búskaparfrøði.
Á Fróðskaparsetri Føroya er ein útbúgving í búskaparfrøði og virkisfrøði, har næmingar í grundleggjandi búskaparfrøði m.a. læra um teir tríggjar framleiðslu faktorarnar, kapital, arbeiðsmegi og náttúru, sum stavar heilt afturi frá Adam Smith í 1776. Tey læra eisini um, at hesir framleiðslu faktorarnir skulu hava marknaðaravkast, sum merkir, at fyri at arbeiðsmegin vil arbeiða í fyritøkum, skulu fólk fáa eina kappingarføra løn. Og fyri at íleggjarar og lánistovnar vilja seta í eina fyritøku skulu hesi fáa eitt kappingarført avkast. Til seinast so skal náttúran eisini hava sítt marknaðargrundaða avkast. Í Føroyum eru tvær vinnur, sum serliga brúka náttúru í framleiðsluni. Tað eru aling og fiskivinna, sum brúka ávikavist firðir og fiskin. Og er tað í tí førinum at eigarin (Føroya fólk), sum skal hava hetta avkastið. Orsøkin til, at hesir framleiðslufaktorar skulu hava marknaðaravkast er fyri, at búskapurin skal verða mest effektivur, eins og at tað gevur eitt meira rættvíst býti av virðunum í samfelagnum.
So ja, tað er læran á búskapar og virkisfrøði útbúgvingini, og sum hevur verið læran í búskaparfrøði í øllum heiminum síðan Adam Smith’sa tíð. Eg havi sum granskari á Setrinum frælsi at granska og leggja fram mínar niðurstøður, so greinin umboðar mína fatan av evninum – og hon er ikki ein almenn meining hjá Setrinum.
Munurin millum virkisfrøði og búskaparfrøði
Eitt annað týdningarmikið, sum PH tykist hava misskilt, er munurin millum virkisfrøði og búskaparfrøði. Virkisfrøði snýr seg m.a. um, hvussu fyritøkur virka, og hvussu kapitalur, arbeiðsmegi og náttúra verða nýtt til at skapa virði og avkast til partaeigarar. Búskaparfrøði hevur ein annan vinkul og fevnir um, hvussu samfelagið sum heild virkar. Í búskaparfrøði tosa vit um ein marknaðarbúskap og hevur hann sum mál at skapa effektivitet.
Uppboðssøla – eitt gott amboð í einum marknaðarbúskapi
Vit vita, at tað finnast marknaðir fyri arbeiðsmegi og kapital. Hesar kallað vit fyri arbeiðsmarknaðir og kapitalmarknaðir. Men eingin marknaður er fyri náttúru, tá talan er um fiskirættindi og firðir. Á landi eru vælfungerandi marknaðir fyri jørð til bygging og aðra nýtslu. Fyri at gera ein marknað fyri hendan partin av náttúruni, hevði tað besta verið fyri allar partar, at gjørd varð ein uppboðssøla ella onnur líknandi útbjóðing av øllum rættindum at fiska og ala. Hetta er ikki ókent og verður útbjóðing sjálvandi nýtt í t.d. byggivinnu til stórar verkætlanir og tá økir verða bjóðað út til vindmyllur.
Tíverri so hevur tað bert í avmarkaðan mun verið møguligt at keypa rættindi at fiska á uppboði, og eingi alirættindi eru enn seld. Uppboðssøla við fiskirættindum, sum varð roynd í Føroyum frá 2016 til 2019, er eitt gott dømi um, hvussu marknaðarkreftir kunnu tryggja ein rættvísan og virknan búskap. Við uppboðssølu varð støðan ikki "planløgd", men vinnandi partar bjóðaðu móti hvørjum øðrum undir javnari kapping og har viðurskiftini vórðu sett upp á marknaðargrundarlagi. Hetta vísti seg at virka væl, og uppboðssølan gjørdi, at rættindi vórðu seld til teirra, ið vildu nýta tey á bestan hátt.
Hetta er marknaðarbúskapur, sum er nógv betri og effektivitetsfremjandi enn verandi "planbúskapur" har landstýrisfólk útluta rættindi. Tað, sum PH grundleggjandi argumenterar fyri, er planbúskapur.
6% og 700 tkr – ein íblástur til kjak
Ein týðandi partur av greinini hjá PH snýr seg um ávikavist 6% í avkasti til kapitalin og 700 tkr í løn. Hetta eru tøl, sum sjálvandi kunnu kjakast um. Hvat er ein rímilig løn fyri at fara út at fiska og hvat er eitt rímiligt kapitalavkast? Hetta eru spurningar, sum tað er vert at granska nærri. Men vit mugu minnast til, at hesi tøl eru bara ein meting av virðinum. Hesi tøl eru tó ikki tikin úr leysum lofti. Fyri tað fyrsta er í greinini hugt at, hvat rakstraravkastið er fyri alt annað vinnulív í Føroyum og er tað 6% seinastu 10 árini sambært Hagstovu Føroya (ognaravkastið fyri alt annað vinnulív er 5% í tíðarskeiðinum). Hetta er alt annað vinnulív í Føroyum, sum livir í kapping og ikki hevur nøkur framíhjárættindi, sum fiski- og alivinnan hevur. At nýta nakrar fyritøkur til at koma fram til 13,5% líkist mest ‘cherry picking’, men sjálvt um tú ásetur alternativi so høgt, broytir tað ikki niðurstøðuna grundleggjandi, og er tað framvegis ein stórur óinnheintaður eyka vinningur í fiski- og alivinnu. Eisini er lønin ásett til 700 tkr. um árið og kann helst ikki setast hægri enn tað, tá hugt verður eftir miðal lønini annars á arbeiðsmarknaðinum (sum í 2023 var 290 tkr.).
Eisini kundi verði hugt at, hvussu hetta verður útroknað altjóða og kann vísast til fleiri aðrar greinar, sum hava roknað eyka vinning út. M.a. Nielsen et. al. (2017) í øllum Norðanlondum fyri fiskivinnu (ein av rithøvundunum er í dag fíggjarmálaráðharri í Íslandi) og Greaker & Lindholt (2022) fyri alivinnu í Noregi. Har eru fleiri aðrar greinar um hetta evnið, um tað hevur áhugað. Hesar greiningar nýta øll alternativ avkast, sum liggja millum 4-7% og eina væl lægri løn.
Orsøkin til, at eg seti nøkur tøl á er ikki fyri at siga, hvat nakar skal tjena ella fyri at siga, hvat kapitalavkastið skal vera. Og tað er heldur ikki ætlanin at seta loft á vinningin hjá fiski- og alivinnuni og at alt sum fer uppum 6% skal innkasserast av skattavaldinum. Men er hetta bert ein meting av eyka vinninginum.
Eyka vinningur er ein veruleiki – ikki ein búskaparlig myta
PH roynir at sáa iva um, at tilfeingisrenta yvirhøvur er til. Men í øllum londum við náttúrutilfeingi verður viðurkent, at atgongd til eitt avmarkað tilfeingi gevur fyritøkum ein serligan vinning, sum ikki stavar frá teirra arbeiði ella nýskapan, men bert tí, at samfelagið loyvir teimum at gagnnýta tilfeingið. Vit kunnu hyggja at oljuvinnu í Noregi, sum eitt dømi, har samfelagið hevur tikið eyka vinningin inn frá tí vinnuni.
Tað er púra rímiligt, at samfelagið fær sín rættvísa lut av hesum vinningi – hetta er eisini grundleggjandi búskaparfrøði. Vit hava eisini í Føroyum frá 2011 tikið veiðugjøld og tøkugjøld frá fiski- og alivinnuni og var inntøkan av teimum á fíggjarlógini 715 mió. kr. í 2023, og er tað ein viðurkenning av, at har er ein eyka vinningur í hesum vinnum, spurningurin er bara, hvussu stórur hann er. Eisini hava alarar og reiðarar langt síðan viðurkent hendan veruleikan.
Váði verður yvirdrivin
PH roynir eisini at framleggja ein pástand um, at fyritøkurnar í fiski- og alivinnuni taka stóran váða, og at tað rættvísger teirra eyka vinning. Men hetta meti eg ikki er rætt og kann vísa á uppboðssøluna árini 2016-2019 um, hvussu stóran prís fyritøkur vildu gjalda á eini uppboðssølu, sum júst prógvar stóra virði í hesum føri rættindi at fiska hevur.
Keldur:
Mads Greaker & Lars Lindholt, 2022. "The Resource Rent in Norwegian Aquaculture from 1984 to 2020 – Is the Rent Ripe for Taxation?," Working Papers 202201, Oslo Metropolitan University, Oslo Business School.
Nielsen, M., Andersen, P., Ravensbeck, L., Laugesen, F., Kristófersson, D.M., Ellefsen, H. (2017). Fisheries management and the value chain: The Northeast Atlantic pelagic fisheries case. Fisheries Research, 186, pp. 36-47