Lýsing
Lýsing
Lýsing
Peter Holm er cand merc í fígging og roknskapi Hann eigur og rekur fyritøkuna Hólm Corporate Finance, sum ráðgevur í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum í Føroyum og norðurlondum.

Er hetta læran á Setrinum?

SKRIVAÐ: Petur Holm  |  26.02.2025 - 16:23 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Sá herfyri, at Hans Ellefsen, lektari á Setrinum í búskaparfrøði, legði eina grein á heimasíðuna hjá Setrinum – okkara føroyska universiteti. Greinin tók støðið í haldføristrupulleikanum í føroyska búskapinum og vísti so á eina loysn.

 

 

 

Gangi út frá, at tá greinin liggur á heimasíðuni hjá Setrinum, má hetta onkursvegna umboða almennu læruna hjá Setrinum um evnini, ið greinin umrøður.

Eg skal ikki fara undir eina umrøðu av haldføristrupulleikanum í føroyska búskapinum her, men heldur hyggja nærri at loysnini, sum lektarin í búskaparfrøði vísti á.

Greinin staðfestir uttan víðari, at aktørar í fiski- og alivinnuni hava ein yvirnormalan vinning, og at haldføristrupulleikin kann loysast við at taka "allan eyka vinningini inn frá fiski- og alivinnuni".

Hetta má so verða hendan tilfeingisrentan, sum er endurtikin so oftani, at tað harvið gerst ein sannleiki.

 

Krav til vinning

Komið verður fram til, at allar aðrar vinnur enn fiski- og alivinnan hava eitt rakstraravkast á 6 prosent og at tann vinningur, sum fiski- og alivinnan hava omanfyri hesi 6 prosentini má vera ein eyka vinningur. Hesi 6 prosentini verða síðani brúkt til at rokna ein normalan vinning í mun til insetta kapitalin í feløgunum í ali- og uppisjóvar vinnuni, umframt feløgunum sum eiga Barenthavsflotan.

Tað eru tríggir trupulleikar við hesum háttinum at rokna.

Fyrsti trupulleikin við at seta eitt avkastkrav á 6 prosent er, at hetta er ov lágt í mun til veruliga kapitalkostnaðin í flestu (øllum) vinnum. Eisini í ali- og uppisjóvarvinnuni. Kapitalkostnaðurin er kostnaðurin av bundna kapitalinum í eini fyritøku. Hetta er kapitalur, sum er lántur og sum er áttur av partaeigarunum. Og ja, kapitalurin hjá partaeigarunum má og skal hava ein størri vinning enn hin lánti kapitalurin. Annars hevur partaeigarin onki insitament til at taka nakran váða fyri at gera fyritøkuna enn betri.

Kapitalkostnaðurin verður ásettur við at taka kapitalbygnað, rentustig og avkastkrav til eginpeningin - váða - í hvørjum einstøkum felag við í myndina. Tað vil siga, at tað er ikki gjørligt at seta ein kapitalkostnað fyri eina vinnu sum heild og so slettis ikki sum bæði er galdandi fyri fiskivinnuna og eina framleiðsluvinnu sum alivinnuna.

Mínar royndir við keyp og sølu av fyritøkum í Føroyum - størri og smærri – hava víst mær, at kapitalkostnaðurin í sambandi við virðisseting av eini fyritøku í Føroyum er munandi hægri enn 6 prosent. Eg dugi illa at síggja, at tað kann vera gjørligt at brúka fleiri kapitakostnaðir fyri somu fyritøku. Ein til onkra búskaparliga útrokning á Setrinum og so ein annan í sambandi við virðisseting av eini fyritøku í sambandi við ein handil av fyritøkuni ella á einum partabrævmarknaði.

Annar trupulleikin er samanberingargrundarlagið. Fyritøkurnar handan Barentshavsflotan, ali- og uppisjóvarvinnuna eru millum tær stórstu í landinum. Tað kann ikki vera rætt, at vinningurin sum hesar fyritøkurnar hava, skal setast í mun til allar aðrar fyritøkur uttan mun til stødd og hátt, sum fyritøkurnar verða riknar á. Hvar er sambandið ímillum Bakkafrost, Varðan og JFK og so til dømis eina lítla kiosk?

Um hugt verður eftir 10 teim stórstu fyritøkunum í Føroyum mált eftir eginpeningi við ársenda 2023, sum eru uttanfyri fiski- og alivinnuna, sum eru føroyskar burturav, uttanfyri almenna geiran, uttanfyri fíggjargeiran og sum ikki eru holdingfeløg av ymiskum slag, so broytist avkasti av ílagda kapitalinum til 10 prosent, um hugt verður eftir trimum teim síðstu árunum.

Um hugt verður eftir rakstraravkastinum fyri somu fyritøkur í sama tíðarskeiði, so er talið 13,5 prosent. Í báðum førðum væl hægri enn 6 prosent.

Triðji trupulleikin er, at onki atlit verður tikið til, at vinnur – her fiski- og alivinnan – kunnu hava bygt upp eina servitan, ein effektivitet ella hava tikið váðar og gjørt íløgur í kapitalapparat, sum úrslitar í einum høgum vinningi. Hesin roknihátturin hevur onkursvegna sum útgangspunkt, at onki krevst ella at tað er lætt at vinna pening í hesum vinnum.

 

Fiktiva lønin

Í greinini hjá lektaranum á Setrinum verður ein fiktiv løn síðani ásett til útrokningarnar. Eg vildi mælt lektaranum til at tikið hatta roknistykki upp við Fiskimannafelagið. Tað ber snøgt sagt ikki til at bara at áseta eina løn á einum skriviborði á Setrinum.

 

Kapitaleigarin verður gjørdur til ein løntakara

Tá lektarin definerar alt avkast omanfyri 6 prosent sum eyka ella yvirnormalt, og at hetta skal takast inn í landskassan, verður sæð burtur frá øllum búskaparligum hugsanum um, at samsvar skal vera ímillum váða og vinning. Hann ger kapitaleigaran - reiðaran ella alaran - til ein løntakara, sum fær 6 prosent fyri ílagda kapitalin. Ikki meira enn tað – kanska minni.

Tá tað nú er eitt samsvar ímillum váða og vinning, so hevur kapitaleigarin onki insitament, til at taka nakran eyka váða fyri at fáa ein eyka vinning, sum so kann geva eitt eyka avkast til sín sjálvs, løntakararnar og samfelagið.

Hetta líkist mest planbúskapi.

 

Finst ein tilfeingisrenta?

Greinin á heimasíðuni hjá Setrinum viðgerð ikki, um ein tilfeingisrenta finnst. Hon staðfestir tað bara og staðfestir, at øll tilfeingisrentan skal takast inn í landskassan. Hetta er hoyrt fyrr.

Men er tað so, at ein tilfeingisrenta finst? Kann hon definerast?

Lat meg taka eitt dømi, sum stavar frá alivinnuni, sum skal bjóða hesum tankanum um tilfeingisrentuna av.

Serliga atgongdin hjá alivinnuni er atgongd til eitt øki at ala á. Tað vil siga, at hetta øki hevur eitt virði. Alarin brúkar sína servitan innan aling, framleiðslu, atgongd til fremmendan og egnan kapital og helst eisini hepni til at ala, framleiða og selja laks ella laksaúrdráttir. Lat okkum so siga, at alarin skal rinda eina leigu fyri øki. Tað er onki óvanligt í tí, eins og tað ikki er óvanligt at gjalda eina leigu fyri eitt jarðarstykki ella líknandi.

Lat okkum nú siga, at tað eisini er annað virksemi á sama firði ella somu vík. Tað er til dømis soleiðis, at á Funningsfirði er eitt annað slag av aling – taraaling – sum eisini brúkar eitt øki á fjørðinum. Á øðrum firðum og víkum verða størri og smærri øki eisini brúk til annað enn aling av laksi.

Leigan fyri hesi bæði økini – laksaalingina og hina nýtsluna - má so verða hin sama fyri líknandi stødd av øki. Um ikki, og laksaalarin rindar eitt hægri gjald, sum verður ásett sum tøkugjald, eykaskattur v.m., so verður munur gjørdur.

Vit vita, at leigan er ikki hin sama. Fyritøkan, sum alur laks, rindar eina munandi hægri leigu. Orsøkirnar kunnu so vera tvær.

Onnur er, at fyritøkan, sum ikki alur laks fær ein stóran stuðul frá tí almenna til sítt virksemi, tí hon rindar eina munandi lægri leigu. Hetta er neyvan støðan.

Hin er, at talan í veruleikanum er um eina munandi skatting av servitan, effektiviteti, vinningi orsaka av at váðar verða tiknir osfr.

Talan er tí ikki um eina tilfeingisrentu, sum verður tikin inn, men heldur um okkurt annað slag av serskatti ella brannskatti, tí landskassin manglar pengar.

 

Niðurstøða

Lektarin vil vera við, at ein planbúskaparlig brannskatting av øllum yvirskoti omanfyri 6% í renting av ílagda kapitalinum ikki hevði havt “neilig árin hevur á virksemið í vinnuni, tí talan er bert um eyka inntøku”.

Sum argumenterað omanfyri, so er veruligi kapitalkostnaðurin hægri enn nevndu 6 prosentini og hartil er avkastið fyri stóru fyritøkurnar í Føroyum eisini hægri. Eisini er víst á, at avkastið hongur saman við einum váða, sum er tikin fyri at byggja upp eina servitan. Tí vil ein slík brannskatting, sum ikki kann tengjast saman við eini tilfeingisrentu, sum ikki eksisterar, hava eina neiliga ávirkan á menningna av hesum vinnum komandi árini. Kapitalur verður ikki til nýmenning og víðkan av kapasitetinum. Hartil verður intisamentið hjá kapitaleigaranum til at gera fyritøkuna betri burtur.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti
Er hetta læran á Setrinum?
Kommunu­stjó­rin sagt upp
Dennis Holm hevði ikki lógarheimild
Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í…
Karl Jacob og Jóhanna vitja Norðlýsið
Hornaskýlið er reist
Starvsløn og Íverksetanarstudn­ingur 2025
Ólavur VN 138
Tónar í list á Norð­urbryggjuni
SKIFT – nýggj ognarmeklarafyritøka á før…
Jóhanna Petersen í Saltnesi verður 100 á…
Kvinnulands­liðið vann á Gibraltar
Hugni hevur aðalfund
“Løn í Himli” - møti í Betesda í kvøld
Grannar í Purkugerði vunnu DM-gull