Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur sálarfrøðingur settur til børn og ung

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  11.03.2025 - 16:38 Tíðindi

Tað er Thorvald Danielsen, sum er settur í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung. Í arbeiðnum kemur Thorvald í høvuðsheitum at hava fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børn og ung í fólkaskúlaaldri.

 

Seinastu trý árini hevur Skúlatrøð havt eina royndarskipan við sálarfrøðingi í starvi, sum Undirvísingarstýrið hevur fíggjað, meðan kommunan hevur útvegað og innrættað hølir og útvegað amboð til sálarfrøðingin á skúlanum.

Royndir skúlans av hesi skipan eru sera góðar, og tí hevur býráðið frá og við inniverandi ár játtað pening til halda fram við hesi skipan, nú við kommununnar fígging.

Starvið varð lýst leyst, og er avgerð nú tikin um at seta Thorvald Danielsen í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung við staðseting á Skúlatrøð.

Thorvald er 38 ára gamal og hevur lisið sálarfrøði á Aalborg Universiteti, har hann í 2017 fekk prógv sum cand.psych., og síðani hevur hann fingið løggilding sum sálarfrøðingur.

Hann hevur drúgvar royndir at veita sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og foreldur teirra við fyribyrgjandi sálarfrøðiligum samrøðum. Somuleiðis hevur Thorvald hollan kunnleika til skúlaumhvørvið og hevur góðar royndir og hegni til at samskifta við aðrar fakbólkar í skúlanum og avvarandi.

Thorvald Danielsen byrjar í starvinum í næstum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…