Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta siga næmingar um at ganga á Tøknibreytini

SKRIVAÐ: Pætur Hjalmar Evensson  |  12.03.2025 - 12:11 Tíðindi

Um tú ynskir trý góð, mennandi og spennandi ár, vil eg 100% viðmæla tær at velja tøknibreytina á TSK, sigur Oddvør Josephsen fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini

 

 

Oddvør Josephsen

Eg lesi til lærara, tí mær dámar væl at arbeiða við børnum. Í juni 2020 varð eg liðug á tøknibreytini á TSK. Tað vóru trý góð og gevandi ár, har skúli, leiðsla og lærarar vóru við til at skapa góðar, gevandi og mennandi karmar. Tøknibreytin gevur tær nærum fríar møguleikar, tá tú skalt undir hægri lesnað. Um tú ynskir trý góð, mennandi og spennandi ár, vil eg 100% viðmæla tær at velja tøknibreytina á TSK.

 

Olgar Fuglø

“Á tøknibreytini í Klaksvík høvdu vit eina læruríka og stuttliga lærugrein, ið eitur Bygging og orka. Hetta birti mín áhuga fyri verkfrøði, og gjørdi tað møguligt hjá mær at taka eina hægri útbúgvingin á DTU Lyngby í Danmark. Her lesi eg “Byggeteknologi”, ið er ein sivilverkfrøðingaútbúgving í bygging.”

 

Martin Steingrund

“Eg lesi til skipara-aspirant á Vinnuháskúlanum, har eg nærum hvønn dag brúki fak og vitan, sum eg havi fingið frá HT-útbúgvingini í Klaksvík. Eg havi eisini havt ein fyrimun við at hava havt statik & styrkilæru á TSK, sum hevur nógv við stýrimansarbeiði at gera. HT-útbúgvingin hevur haraftrat givið mær møguleika at ferðast runt jørðina umborð á tangaskipum.”

 

Bjørt Jansdóttir

“Eg búgvi í Keypmannahavn og lesi medisin á 6. semestri. Eg visti, áðrenn eg byrjaði á miðnámi, at eg ætlaði at lesa til lækna, og valdi tí at lesa á TSK - og tað havi eg verið sera glað fyri. Á TSK lærdu vit fyrst teoriina og brúktu síðani vitanina í praksis á royndarstovunum. Hetta hevur hjálpt mær nógv í mínum víðari lesnaði, tí at tann grundleggjandi vitanin hevur sett seg í minnið, og tí er tað lættari at skilja og læra nýggj hugtøk.”

 

Tóra Mohr

“HT-útbúgvingin hevur givið mær nógv gott við í skjáttuna sum lesandi. Eg lesi til lærara á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrsta árið hjá mær, og dámar mær hetta rættuliga væl. Nógv av tí, sum eg lærdi á tøknibreytini, havi eg tikið við mær víðari. Á TSK hugsaðu vit kreativt og skaptu nýtt. At arbeiða við onkrum teoretiskum og síðani gera tað veruligt er mega kul og gevandi.”

 

Maria Magnusdóttir

Eg lesi medisin í Aarhus, og eri akkurát byrjað upp á 5. semester. Tá ið eg valdi HT-útbúgvingina á TSK, visti eg, at eg vildi vera lækni. Tað var lætt at velja skúla, tí HT hevði øll tey neyðugu fakini. Process-fakið, evnafrøði og lívfrøði hava hjálpt mær væl, og eg havi kunnað brúkt vitanina á HT á universitetinum. Eg var glað fyri, at tað var ein lítil skúli, tí hetta gjørdi, at mann kendi bæði næmingar og lærarar væl, og tað var lætt at fáa hjálp og vegleiðing.

 

Sanný Langaard lesur til laborant í Holstebro og Anna Kristina Snorradóttir Jensen lesur sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. 

“HT-útbúgvingin hevur ment okkara vitan innan náttúruvísindi, gransking og kunnleika innan tøknifrøði. Hetta gagnar bæði yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðilesandi og laboranti (rannsóknarhjálpari).”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum