Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yvirlýsing frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

SKRIVAÐ: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar  |  15.03.2025 - 23:55 Tíðindaskriv

Aðalfundurin eftirlýsir politiska lyftið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Hetta kom enntá við í samgonguskjalið. Sjúkrarøktarfrøðingarnir heita á sitandi samgongu um at standa við givin lyfti og stytta arbeiðsvikuna ongantíð ov skjótt.

 

 

Omanfyri 500 sjúkrarøktarfrøðingar luttóku á aðalfundinum á Hotel Føroyum í dag. Hetta er metstór luttøka, sum boðar frá, at okkara limir er virknir og vísa stóran áhuga fyri fakfelags- og arbeiðsviðurskiftum.

Sjúkrarøktarfrøðingar fylgja væl við í samfelagsviðurskiftum. Hetta kom týðiliga fram á aðafundinum, tí sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nógvar viðmerkingar og spurningar til politiskar raðfestingar.

Aðalfundurin eftirlýsir politiska lyftið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Hetta kom enntá við í samgonguskjalið. Sjúkrarøktarfrøðingarnir heita á sitandi samgongu um at standa við givin lyfti og stytta arbeiðsvikuna ongantíð ov skjótt.

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin hevur verið til fyrstu viðgerð í Løgtinginum.  Uppskotið tekur fyri givið, at øll arbeiða 40 tímar um vikuna til tey eru 69 ár. Aðalfundurin hevur umrøtt, at politiski myndugleikin hevur ikki spurt fremsta heilsufakliga myndugleika í landinum - Heilsustýrið, sum tey sjálvi hava sett á stovn! - um hetta er ráðiligt stig at taka. Hetta minnir um fávitsku.

Starvsfólkatrot er ein veruleika, sum vit øll mugu fyrihalda okkum til, og framrokningar vísa, at trotið veksur. Ein greiður munur er tó, at fólk arbeiða yvir verandi pensjónsaldur, tí tey meta seg orka og hava hug - enn at hetta er eitt krav frá politiskari síðu. Hetta er ikki tað sama! Staðfest er, at uppskotið als ikki er búgvið at viðgera, her eru alt ov nógvir leysir endar. Politiska skipanin í Føroyum kann í fullum álvara ikki meina, at ein 69 ára gamal skal arbeiða líka nógv sum ein 30 ára gamal. Her er alneyðugt við einum skipaðum eldrapolitikki!

Vit gleðast um, at ein kunngerð er send til hoyringar um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hetta er í tøkum tíma. Sjúkrarøktarfrøðingar hava í mong ár undrast yvir, at man hevur regluligt eftirlit við tólum, sum vit nýta í okkara arbeiðsdegi, men at hond ongantíð verður tikin um okkum, sum eru okkara egna amboð í okkara arbeiði.

Ongin ivi er. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru bulurin í samfelagnum, og vit fylgja neyvt við okkara politisku skipan og samfelagsligu raðfestingunum. Og í hesum raðfestingum, mugu sjúkrarøktarfrøðingarnir takast við. Tí uttan sjúkrarøktarfrøðingarnar, eru bara ræðumyndir um skilið í samfelagnum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gadus siglir heim
Upptakt: B36-KÍ
Bronsa til Mjølnir eftir at Fleyr vann á…
Yvirlýsing frá Felagnum Føroyskir Sjúkra…
Benjamin Hansen nývaldur í nevndina
Lea Osberg Højsted nýtt Føroyskt met
Marjun og Páll Poulsen vitja í Betesda s…
Sambands­flokku­rin vil hava besta figging…
Klaksvíkar Billard­felag FM vinnarar fyri…
Anna Falkenberg nýggj næstfor­kvinna í Sa…
Mjølnir suverænur føroyameistari
Gospel við humor
Petur vísti starvsfeløgum sínum heimstað…
Faroe Ship kunningarfund í Norð­havnini
Swardi á Summar Festival
Samrøða við Eirikur Í Jákups­stovu
Fíggjar­mála­ráðið og Ljósmøðra­felag Føroy…
Dizzy Mizz Lizzy á Torsfest
Tøkk - Erling Joensen
Samrøða við Benjamin Rajani