Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.03.2025 - 20:01 Tíðindi Veðrið

Heilt hampuligt veður í vikuni, sum stendur fyri framman. Eitt hátrýst fer at liggja um okkara leiðir, og tá er vanliga gott veður við lítlum vindi.

....og so verður eisini hesaferð.

Vit fara at hava eitt lot av útsynningi fyrstu 4 dagarnar, í mesta lagi 8 m/s – men eisini minni vindur enn tað onkra løtu.

Ikki nógv avfall hesa vikuna. Einki brúgvalag við regni fer at leggja leiðina framvið, men bert okkurt fer at vera í støðum.

Hita fer eisini at vera støðugt – fer at liggja úr 3 upp í 9 stig.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft, og tað fer at vera yvirhøvur turt, tó stundum kanska okkurt einstakt ælið í støðum. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, minkandi niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, tó stundum okkurt einstakt ælið í støðum. Hitin 4 til 8 stig.

Mikudagin:

Lítið lot um útsynning, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, tó stundum okkurt einstakt ælið í støðum. Hitin 3 til 7 stig.

Hósdagin:

Lot upp í frískt lot um sunnan, 3 til 8 m/s, um náttina í støðum upp í frískan vind, 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, tó stundum okkurt einstakt ælið í støðum. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin:

Frískt lot upp í strúk sunnan, 7 til 12 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, tó stundum okkurt einstakt ælið í støðum. Hitin 5 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…