Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann tryggan sigur í Gundadali

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.03.2025 - 20:56 Ítrottur Tíðindi

Hóast hetta so kundu teir kongabláu havt fingið fleiri reyð kort.

Tað var ein undirhaldandi fyrri hálvleikur, har KÍ legði seg á odda, men har B36 skjótt svaraði aftur. KÍ var omaná og fekk tvey mál áðrenn hálvleik til hálvleiksstøðuna 3-1.

Í seinna hálvleiki hevði KÍ gott tamarhald á dystinum, sum bleiv rótutur við líti av skipaðum fótbóltsspæli. Hóast at KÍ hevði gott stýr á dystinum, so kundi KÍ havt fingið tvey reyð kort. Jákup B. Andreasen fekk í 94. minutti sítt seinna gula kort fyri okkurt, sum hann segði við dómaran Jákup Ø. Mohr. Júst á hesum øki er strammað upp i ár, har tað ikki er loyvt at siga eins nógv við dómaran sum áður. Og frammanundan hevði Patrik Johannesen fleiri ferðir spælt við eld, tá hann gjørdi fleiri fríspørk eftir, at hann hevði fingið gult kort. Hjá KÍ verður neyðugt at fáa stýr á disiplinina, tí liðið var ikki undir trýsti og hevði eina trygga leiðslu allan seinna hálvleik.

KÍ vann sostatt í Gundadali fyri fyrstu ferð síðani 2023 og hevur fingið eina góða byrjan uppá landskappingina við seks stigum. Tað sama hava NSÍ og HB og fyribils eru tað hesi trý liðini, sum kappast í oddinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku