Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein festlig konsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2025 - 08:44 Mentan Tíðindi

Leygarkvøldið 26. apríl kl 20.00 verður ein jalig og festlig konsert í Varpinum. Umframt vakrar og rørandi sangir, verða eisini fleiri jaligir og festligir sangir at hoyra - og inn í millum sangirnar verður eisini lætt undirhald. 

 

Talan er um eina konsert við Klaksvíkar Manskóri og manskórinum Garpum, sum koma úr Sørvági.

Bæði kórini blivu stovnað í 2021 og hava tey javnan framført alment.

 

Stutt um Garpar:


Talan er um 15 mans úr Sørvági, sum hava stovnað eitt øðrvísi kór. Umframt at syngja fleiri vakrar og lættar sangir, so syngja teir eisini festligar og stuttligar sangir. Teir framføra javnan til tiltøk og veitslur - og hava teir undirhald í millum sangirnar. Sjálvir lýsa teir seg, sum glaðir amatørar. 

 

 

Stutt um Klaksvíkar Manskór:


Klaksvíkar manskór syngur mest siðbundnar føroyskar sangir, sum rigga væl til manskór. Kórið telir uml 25 mans. Kórleiðari er Daniel Rye.

Tey, sum ynskja at njóta eitt festligt og jaligt kvøld í mentanarhúsinum í Klaksvík leygarkvøldið 26. apríl kl 20.00, kunnu bíleggja atgongumerkið á einans kr 110 heimasíðuni hjá Varpinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjarni Hammer tekur ikki undir við broyt…
KÍ-kvinnur­nar byrja á heimavølli mikukvø…
Fyrsta FM-finalan í Polestar-deildini á…
Eyðstein: Sjófeingis­lógin hóttir okkara…
FNU setur aðalskrivara
Góð úrslit hjá Trygd í 2024
Ebbb – Bretar bjóða tónleika­sløgu­num av
Tað verður tosað grønt, men handlað svar…
Tann misvísandi milliardin
Ein festlig konsert í Varpinum
Nógv fólk á kunningarfundi um møguliga s…
Hvat sigur fiski­frøðin nú? og hava tit v…
FMA í Varpinum
Plakatir - Arnold Vegghamar
Kunningarfundu­rin fluttur í Miðhøll­ina á…
Enskt-lærari til Sjónám
Marglætis skúli við marglætis avbjóðing
Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar
Hugaligt í Norð­havnini
Norðborg settið á vrakið av Helenu