Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jens Pauli Poulsen | Mynd: Jóhann Lützen

North Rescue eydnaðist væl

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.03.2025 - 14:27 Myndarøð Tíðindi

Norðoya Bjargingarfelag skipaði fyri árliga bjargingardegnum leygardagin, ið verður róptur North Rescue, og Jens Pauli Poulsen greiðir her frá degnum, ið sum heild var væl eydnaður.

 

– ”Hetta er tann árliga venjingin hjá bjargingarfeløgunum kring landið. Í ár vóru fjallabjargararnir hjá landsfelagnum við, umframt eiðismenn, vágamenn, nýggju bjargingarmenninir og so var báturin hjá Eysturkommunu eisini við. Tað, sum tað snýr seg um, er, at hava so veruleikakend scenariir sum gjørligt til venjing, og í ár var tað serliga, at vit høvdu eina myrkavenjing ella náttarvenjing. Hetta var sjálvsagt fyri at venja okkum við at leita eftir fólki í myrkri”, sigur Jens Pauli.

– “Vit høvdu eina venjing seint seinnapart og eina um kvøldið. Fjallabjargararnir høvdu eitt scenario, har ein fjallmaður var omandottin í brattlendi, og teir skuldu so brúka sína ekspertisu og útgerð, herundir eisini fortøjningum og taljum og øðrum, og sum eg skilti á lagnum, so vóru teir øgiliga væl nøgdir við sína venjing, sum báturin Ziska eisini var partur av. Teir høvdu eina skipaða leiting fyrst; síðani avráddu teir, hvussu víðari skuldi farast fram”, greiðir Jens Pauli frá.

– “Hinir bátarnir fingust nógv við leiting.Teir skuldu nevniliga finna nøkur objekt kring um, men so var eisini eitt ferðafólk, ið var komið til skaða, sum ein bátur so skuldi føra aftur til Klaksvíkar. Eisini var talan um ein bát við nógvum ferðafólkum, men sum var farin at leka, og bátarnir, sum vóru við í teirri venjingini, fingu so roynt sínar pumpur. Sum heild gingu venjingarnar fínt, og vit fingu góðar afturmeldingar, serliga til fyrru venjingina; ta í dagsljósi”, veit Jens Pauli Poulsen at siga.

– “Eftir fyrru venjingina fingu manningarnar eina “briefing”, og so skuldu teir aftur út at leita í samstarvi við MRCC. Teir skuldu fyrst gera eitt leitimynstur, har bátarnir spentu so vítt sum gjørligt um leitingarøkið, har vanlukkan skuldi eitast fyri at vera hend. Tá vóru 4 objekt at leita eftir, ið vóru boyur, sum skuldu fyristilla fólk. Allar boyurnar vórðu funnar, so tað var fantastiskt klárað av teimum 4 størru bátunum”, sigur Jens Pauli.

– ”Teir smærru bátarnir leitaðu norðuri í Haraldssundi, og skuldu somuleiðis finna 4 objekt, harav 3 vóru fiktiv og tað fjórða ein kajakkrógvari, ið var ein livandi persónur. Tað gekk fyri seg í myrkri, og maðurin var í svørtum, soleiðis at tað skuldi vera so trupult sum gjørligt. Hann varð so funnin, men tað var als ikki lætt fyri bátarnar at finna hann. Sum eg skilti tað á teimum, høvdu teir siglt framvið honum nakrar ferðir, áðrenn hann varð funnin”, sigur Jens Pauli Poulsen.

– ”Fjallabjargararnir høvdu eisini eina leitivenjing í myrkri á Hálsi, har teir skuldu finna ein persón, sum var vilstur, og hjá teimum gekk tað øgiliga skjótt at finna hann. Tað tók bert eitt korter at koma fram á mannin”, sigur hann, og greiðir síðani frá eftirspælinum:

– “Fyrst av øllum høvdu vit eina eftirmeting, og har kom MRCC eisini og greiddi frá leitingarmynstrinum. Komið varð inn á streymviðurskifti og veðurviðurskifti og annað, og so høvdu bátarnir eisini afturmeldingar um eitt og annað, t.d. sýni, aldu v.m. Ein av niðurstøðunum var, at samstarvið bátanna millum var til UG”, sigur Jens Pauli.

Tað eru tíbetur fáar stórar vanlukkur í økinum, hvørki á landi ella sjógvi. Teir eru tó ikki so sjáldan úti til sleip og líknandi, til dømis tá onkur bátur er steðgaður upp á Norðhavinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið karmur um EM lutakastið
Móðurmálsdagur
Danny & The Veetos gera comeback
Viðlíkahalds­arbeiði á rennibreytini
Avgerandi dystur í kvøld
Stjørnan havt aðalfund
Hagafundur Uppsalahagi
Rannvá Isaksen forkvinna í Norðoya Fólka…
Prísáseting innan ferðavinna
Dreymurin er at fáa trý stig í kvøld
Kom við bussinum og stuðlað Mjølnir
Læknafelag Føroya nýggjan formann
13.000 pund í fríkorterinum
Bakkafrost bjóðar til ókeypis sýningar a…
Karstin Bertholdsen formaður i Norðoya B…
Í køk við sætta flokki
Gadus fer nýggjan túr í kvøld
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Gævi mín leiðari var høvdingi
North Rescue eydnaðist væl