Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan havt aðalfund

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.03.2025 - 14:59 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað vóru umleið 30 fólk møtt upp til aðalfundin hjá Stjørnuni, sum varð hildin í KÍ-høllini í gjárkvøldi. Fyrst var tað forkvinnan Sylvia L. Hansen sum greiddi frá virksemi felagsins í farna ári. Síðani varð roknskapurin fyri 2024 lagdur fram, og vísti raksturin eitt nøktandi avlop. Fíggjarstøðan hjá felagnum er góð.

Eftir hetta, var nevndarval á skránni. Fyri vali stóðu Sylvia L. Hansen og Durita K. Ljósstein. Sylvia boðaði frá, at hon tók ikki við afturvali, meðan Durita segði, at hon var sinnað at taka eitt tørn afturat. Tað komu tvey uppskot til nevndarlimir, tey vóru Durita K. Ljósstein og Regin Sivertsen, og blivu tey sostatt vald í nevndina  uttan mótvalevni. Nevndin, sum skipar seg seinni, er nú soleiðis mannað, Durita K. Ljósstein, Regin Sivertsen, Elsba Lervig, Malan Berg Johansen og Annika Arge. Eisini vórðu tveir tiltakslimir valdir, og tað blivu Vivi Olsen og Marið Heimustovu.

Eftir at formiligi aðalfundurin var avgreiddur, varð málið um møguliga samlegging við Team Klaksvík tikið upp. Her boðaði umboð fyri nevndina hjá Stjørnuni frá, at eftir fundin í Ósaskúlanum seinasta mánakvøld, høvdu tey fingið nógvar viðmerkingar frá fólki um fyrimunir og vansar við at leggja saman her nú. Eftir at hava hugsa seg væl um, var nevndin komin til ta niðurstøðu, at tíðin til samanlegging ikki var búgvin, teirra meining var, at betur var at økja munandi um samstarvið í eini royndartíð. Í hesi royndartíðini kundi feløgini gera sær nakrar royndir og finna útav, hvussu samstarvið hevði virkað. Eftir at royndartíðin var av, kundi so endalig niðurstøða gerast um, hvussu víðari skuldi farast fram.

Sagt varð, at umboð fyri Team Klaksvík var kunnað um teirra niðurstøðu, og hevði Stjørnan lagt upp til, at feløgini settu seg saman at gera eina breiða samstarvsavtalu. Umboðið fyri Team Klaksvík hevði sagt, at hann fyrst mátti venda sær til sítt bakland, og kunna tey um støðuna.

Tað var breið semja á aðalfundinum fyri niðurstøðuni hjá nevndini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ