Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jóhanna Thomsen

Varpið karmur um EM lutakastið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2025 - 19:02 Ítrottur Tíðindi

Lutakastið verður stroymt beinleiðis á Youtube rásini hjá FSF

 

Nú er greitt, hvørji londini verða, sum frá 4. til 17. mai koma til Føroyar at dystast um evropameistaraheitið fyri U17 landslið við gentum


Eysturríki, Frankaríki, Italia, Holland, Noreg, Pólland og Spania, ið eru verandi meistarar, umframt Føroyar sum vertsland, verða londini, sum frá 4. til 17. mai fara at dystast um evropameistaraheitið 2025 fyri U17 landslið við gentum.

Londini verða býtt í tveir bólkar, sum verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Varpinum í Klaksvík í morgin klokkan 11:00.

Dystirnir í kappingini verða spældir á Djúpumýru og á Tórsvølli.

Innleiðandi dystirnir verða spældir frá sunnudegnum 4. mai til sunnudagin 11. mai. Hálvfinalurnar vera spældar mikudagin 14. mai, og síðani verður finalan á Tórsvølli sunnudagin 17. mai.

Í fjør varð endaspælið í Svøríki, sum endaði við at Spania bleiv evropameistari. Í finaluni vunnu spaniólar 4-0 á Englandi.

Lutakastið í morgin verður stroymt beinleiðis á YouTube rásini hjá FSF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs