Fiskiskapur -frøði og vitan
Blaðið Norðlýsið sigur í vikuni frá, at 3 skúlanæmingar, sum hava verið á floti á Norðhavinum í nátt, eru komnir á støð í morgun við 13.000 túsund pundum av toski!
Seinasta hóskvøld bleiv eitt brot sent í Degi og Viku um tann góða fiskiskapin, sum verið hevur á Norðhavinum seinastu tíðina. Upptøkur vórðu vístar av monnum, sum fiskaðu, og bátum, sum sigldu til lands við góðum fongi, og var tað at frøðast yvir.
Eftir hetta kom ein samrøða við ein Fiskifrøðing um, hvat hann helt um hetta við hesum nógva og stóra toskarokinum, sum var á Norðhavinum í løtuni.
Svarið varð nei, hann helt ikki at tað var nógvur fiskur -. Annars skilji eg hann væl, tí hettar samsvarar als ikki við teirra tilmælir. Hetta var jú beint ímóti tí, sum allir útróðrarmenn siga og avreiðingar prógva. Somuleiðis prógvar eisini støddin á toskinum, sum verður veiddur, at fleiri góðir árgangir eru á veg. Fiskifrøðingurin segði víðari, at tað hevur ikki verið nakar góður árgangur av toski síðani ár 2005!
Einkið orð bleiv sagt um, at í 2019-20 fyltist hvør fjørður og vík í Føroyum við toski, ja, teir gjørdu landgongd á Fuglafjarðar Polli, í Vestmanna og Vágum, og teir svumu næstan niðan í Brúsánna og Sámalsá í Leirvík, ja, fólk stóðu á seiðabergi á kajkantunum runt landi og fiskaðu tosk, meðan Norðhavið um somu tíð var hegnað inni við kassum og friðingum á bestu vártíð, tí “stovnurin var hóttur.”
Tískil kom ikki ein helvt upp á land av tí toski, sum skuldi koma til heildar árini 2018-19-20 , til gagn fyri skip, manningar og alt samfelagið!
Síðani fór frøðingurin at tosa og sammeta um toskafiskiskap fyrr og nú.
Tað er mær ikki møguligt at svara hansara uppáhaldi í hesum skrivi.
Men segði hetta mær so mikið, at “frøðin” tykist at hava avmarkaða vitan á hesum øki, tí her ber als ikki til at gera sammetingar! Nú eru allar toskaleiðir við Føroyar friðaðar alla tað bestu fiskitíðina á árinum, meðan fyrr kundi fiskast, har ein vildi, altíð á árinum. Ja, teir ensku trolararnir kundu fiska heilt inn á 3 sm úr landi .
So tann sum samanber hesar omanfyri nevndu tíðir, hevur heilt misskilt okkurt. -
Eg kundi skrivað nógv um tað tíðina um tað var neyðugt.!
Í 1956 blivu fiskað 39.000 túsund tons av toski við Føroyar, meðan vit nú í 2o24 fiskaðu 9000 tons - altso 30.000 tons minni, falda við 35 kr pr kg. = ein góð milliard minni í peningi. Og hetta er bert eitt ár. So sigast má, at væl er tilrátt !
Annars er at siga, og eg endurtaki meg sjálvan einaferð enn, at umleið 1 ár eftir at El-Nino hevur verið í hæddini, og tað var hon í juni 2024, broytist hitaskipanin í havinum við Føroyar, og broytir tað alla vistskipanina, gróður, æti og nebbasild á okkara leiðum - og tá koma hesi góðu toskaárini, sum halda á í eini 2-3 ár. - Hevði frøðin havt lurtað eftir hesum seinastu 20-30 árini, so høvdu teir verið spardir fyri mangar skeivar tilráðingar, og hundraðar av millión kr. meira, hevði verði komin yvir kaikantarnar í Føroyum seinastu árini.
Hevur samfelagið ráð til hetta, hvat siga politikkararnir??
Eftir samrøðuna, sum Sjónvarpið hevði við fiskifrøðingin, standa fiskimenn og aðrir bert og gapa, og spyrja seg sjálvan, hvat er hetta fyri ráðgeving?
Annars er at siga, at hetta eru somu persónar, sum skulu ráðgeva ICES viðvíkjandi tilmæli um toskaveiðuna við Føroyar í komandi ári! – Hetta er jú rættiliga álvarsamt.-
Nú eru tað eisini summi, sum halda, at tað er stór synd, at gýtandi fiskur verður fiskaður á Norðhavinum - so góðu fiskimenn! tit hava einki at vænta á komandi døgum! Tí nú er tað synd at drepa fisk. Ja, so langt er fiskisamfelagið Føroyar komið.
Annars ynski eg tykkum framhaldandi góðan várfiskiskap.
NB: Blaðið Norðlýsið sigur í vikuni frá, at 3 skúlanæmingar, sum hava verið á floti á Norðhavinum í nátt, eru komnir á støð í morgun við 13.000 túsund pundum av toski!
Tórshavn, hin 27. mars 2025
Osmund Justinussen