Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Liljan og Erling hava nú fingið sína revsing

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.04.2025 - 16:33 Leiðarin Politikkur

Liljan Weihe var stóri taparin, tá Tjóðveldi í dag valdi nevndarsessirnar av nýggjum.

 

Fyri at skilja tað, sum hendi í tinginum í dag, mugu vit skrúva tíðina aftur til seinasta heyst, tá tjóðveldistingfólkini Liljan Weihe og Erling Ejdesgaard vóru beinleiðis orsøkin til at Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna.

Tey bæði vóru ikki bara atvoldin til at ein samgongufelagi – stjørnuskot Javnaðarfloksins - varð koyrd frá, men gjørdu tá beint ímóti boðunum hjá floksformanni og floksleiðslu, sum til tað síðsta royndu at sannføra og trýsta Liljuna og Erling.

Tað kann væl vera, at Høgni Hoydal ikki longur er formaður í Tjóðveldi, men hann hevur somikið stóra virðing í flokkinum, at slíkt kann ikki fara framvið uttan avleiðingar. Samstundis er greitt, at løgmansflokkurin ikki kundi liva við, at tey bæði ikki kendu sviðan fyri svikið.

Nú hava tey bæði so fingið sína revsing. Fyri fáum vikum síðani reyk Erling úr tinginum, tá flokkurin valdi at velja landsstýrisfólk uttanfyri tingbólkin í Fiskimálaráðið. Tað skal tó sigast, at valið av leirvíkinginum mest sannlíkt styrkir flokkin norðanfyri.

Og í dag misti Liljan tunga sessin í Uttanlandsnevndini, sum hon annars íðin hevur brúkt til at mótmæla fiskivinnusamstarvinum við Rusland. Liljan mist harumframt varasessin í Norðurlandaráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum