Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt Whisky

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2025 - 17:06 Tíðindi Vinna

Vit hava gjørt eina serstaka Single Malt Whisky, ið er lagrað í 6 ár á Oloroso Sherry føtum sigur toymið á Einar´s Distillery. 

 

`Ein einastandandi Whisky uppliving - siga serfrøðingar um 6 ára Whisky útgávuna av Einar´s Single malt whisky`

Gyltu droparnir eru framleiddir á Einar´s Distillery og lagraðir í føroysku náttúruni á Oloroso føtum. Styrkin á hesi útgávuni er 52,5% ABV við eini góðari javnvág ímillum krydd og turrar tanninir og ein góðan kraftigan eftirsmakk av søtum mucovado-, sjokolátu- og byggmalti.

 

Angi
Elegantur og kraftigur ráki av tanninum umframt krydd við einum søtum ráka av byggmalti.

 

Smakkur

Gott samanspæl og javnvág millum vinøsar fruktsmakkir, umframt ein kraftiga rundan smakk av byggmalti.

 

Eftirsmakkur
Fruktrákin hvørvur spakuliga og smakkurin av myrkum sukuri (muscovado) og maltsøtleika er eftir, við einum veti av myrkari sjokolátu.

 

Yvirornað:
Ein einastandandi whisky við góðari javnvág og einum fínum samanspæli av kraftigum smakkinotum, heilt uttan nakran off-flavour. Fruktsmakkurin javnvigar sera væl væl við kraftiga smakkin av byggmalti.  

 

 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið