Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Rodmund Nielsen stjóri á Borg, Eli Mikkelsen maskinførari hjá Kanjon, Kjartan Hansen stjóri Kanjon | Mynd: Jóhann Lützen

Myndarøð: Nýggi Borg bygningurin á Glyvrum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.04.2025 - 23:58 Myndarøð Tíðindi Vinna

Borg kunnaði um gongdina við byggjarínum av nýggja Borg har røður, tónleikur og okkurt gott til góman var at fáa

 

Tað var ein spentur og eisini ótolin Rodmund Nielsen vit tosaðu við í dag. Hann segði, at nú dragar tað seg um vikur heldur enn mánaðir til nýggi bygningurin hjá Borg verður liðugur. Rodmundur nýttið høvið at takka kommunustýrinum, fíggjar- og tryggingarveitara, arbeiðstakarum og øðrum fyri gott samstarv. 

Umframt hann sjálvan hildu Osbjørn Jacobsen, arkitektur og Turid Arge, stjóri í Føroya Banka og Tórbjørn Jacobsen røður. Heiðrik av Heygum, listarmaður kunnaði um listarverkini, ið fara at prýða bygningin innan. Týr sungu eisini Ólavur Riddararós uttan elektriska íkobling - vakurt. 

Sjóhitaskipanin var tikin í nýtslu og var tað tað 92 ára gamli Eli Hansen, eisini kendur sum Eli í Timburhandilinum, sum trýsti á knøttin.

Bygningurin telur sekst hallir, sum eru bygdar saman. Eina handils- og skrivsovuhøll, og hartil 5 goymsluhallir. Í alt uml. 7.600 fermetur, umframt uttanumøki. 

 

Takkarbrævið sum Rodmund Nielsen handaði Eli Mikkelsen, maskinførara hjá Kanjon fyri útint verk. Fyri hegni og góðan samstarvsvilja. Eli er lesi- og taluveikur, men hevur góð evni at arbeiða og sum maskinførari er hann útmerkaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið