Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast Høgni og Elias frá dagsins umfari.

Høgni vinnur alt!

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  15.04.2025 - 22:51 Ítrottur Tíðindi

Eftir dagsins umfar koyrir altjóða meistarin og rating favoritturin enn við 100 prosents skorðu. Fýra stig av fýra møguligum

 


Aftur í dag vann Høgni eitt fínt talv. Tað var við hvíta fólkinum móti Elias, sum hevur fjórðhægsta styrkistalið í kappingini og sum áðrenn kappingina kundi roknast sum ein vandamikil outsidari. Men í dag var eingin ivi. Elias valdi ein Karokann í dag og alt gekk leingi eftir ætlan. Jøvn støða, nógvar avbýtingar og útlit fyri javnleiki. Men brádliga vann Høgni sær meiri pláss á borðinum og Elias var trýstur aftur í defensivin. Báðir høvdu rók og bispapar. Men fólkið hjá Høgna stór aktivari. Aftaná nógv dammarí aftur og fram var spurningurin, um Høgni fór at megna at bróta ígjøgnum verjumúrarnar hjá Eliasi. Tað eydnaðist Høgna at undirminera finnustøðuna frúgvamegin og fáa eina vandamikla frífinnu á c linjuni. Júst tað finnuna offraði Høgni fyri at fáa sín kong inn í støðuna Elias og tað endaði við, at hann fekk tvær frífinnur, eina á e linjuni og eina á g linjuni og so kollapsaði støðan hjá Eliasi umsíður í dagsins longsta talvi. Høgni hevur í hesu kapping víst seg sum ein meistara í grinding, júst sum Magnus Carlsen er kendur fyri.


Við svarta fólkinum vann Luitjen eisini í góðum stíli móti Haldur Suna. Aftana byrjanina, sum var ein Najdorf í sissilionskum, sum nakað inn í miðspælið var púra jøvn, byrjaði Luitjen at damma eitt sindur betur enn Haldur Suni8 og fekk eina lítal yvirvág. Um Haldur í 21. leiki hevði sæð tað snilda 21. Bg4!, hevði støðan framvegis verið púra jøvn. Men í komplikatiónunum frá miðspælinum og út móti endaspælinum misti Haldur fyrst eina finnu og brádliga kom eisini ein maður at hanga, og talvið var fokið.


Í dag fingu vit ein nýggjan mann uppá triðja pláss í kappingini. Tað var Hans Kristian sum koppaði Petur Gardar, tí at Petur í 34. og sínum seinasta leiki í talvinum bukkaði, tá hann spældi riddaran av f1 til d2. Hans Kristian var skjótur at smekka rókin á d8 og binding oman eftir d linjuni var drepandi.


Heðin og Wille telvaðu ein fransmann, sum meir og minni var innanfyri remis markið alt talvið. Eitt rímuliga presist talv, sum endaði við hálvum stigi í part.


Eftir dagsins umfar koyrir altjóða meistarin og rating favoritturin enn við 100 prosents skorðu. Fýra stig av fýra møguligum.

Beint í hølunum heldur Luitjen ferðini uppi og liggur einans hálvt stig aftanfyri. Longu nú bíða vit í stórum spenningi eftir tí síðsta umfarinum langa fríggjadag, tí tá kann talan gerast um eitt satt endabrak, har vinnarin kann fara av stað við FM tittuli, steypi og heiðuri.


Støðan eftir 4. umfar er nú:


1. Høgni Egilstoft 4 stig
2. Luitjen 3,5 stig
3. Hans Kristian 2,5 stig
4. Elias 2 stig
5. Petur Gardar 1,5 stig
6-7. Wille 1 stig
6-7. Heðin 1 stig
8. Haldur Suni 0,5 stig


Í morgin fær Høgni við svarta fólkinum Hans Kristian. Hóast Høgni er stórur favorittur, so hevur Hans Kristian av og á víst seg sum ein favorit killara, so vit fáa at síggja hvussu leikur fer.

Luitjen møtir við tí hvíta fólkinum Petur Gardar og má sigast at vera stór favorittur í tí uppgerðini.

Wille fær við hvíta fólkinum Haldur Suna og er tað eitt slag av eini lokal uppgerð.

Fjórða talvið er ein uppgerð millum Elias við hvíta fólkinum og Heðin. Vit rokna við at báðir er rættuliga svangir eftir tí fulla stiginum, so tað kann væl gerast eitt rættuligt kamptalv.

Hetta fimta umfar verður sum vant telvað á Skúlatrøð og byrjar klokkan 17:00. Almenningurin er vælkomin á gátt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…