Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vælkomin til JØRÐIN KALLAR:

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.05.2025 - 15:17 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Ein duo-listaframsýning eftir Gvøðny Áarstein og Lailu Mote, har tvey paralell univers møtast. Kom og uppliv video-installatiónir, gongustjørnur, málningar, aktivismu, listaprent, aliens, sjálvsmyndir, surrealismu og kaffi.

 

 

Fernisering: Sunnudagin, 4. mai kl 16.00 v. røðu frá Sannu Nolsøe Djuurhus og frískum tónum frá DJ Jazzy Jazz!

 

 

Upplatingartíðir:

4. mai: 16:00 ~ 20:00 (fernisering)

5. mai: 15:00 - 19:00

6. mai: 15:00 - 19:00

7. mai: 15:00 - 19:00

8. mai: 15:00 - 19:00

9. mai: 13:00 - 21:00

10. mai: 13:00 - 21:00

 

 

Gvøðny Maria Áarstein:

Er fødd og uppvaksin í Føroyum og virkar nú bæði í Føroyum og Danmark. Hon er autodidakt listakvinna og arbeiðir við málningum, video-installatiónum, linoleumsprentum og øðrum miðlum. Í sínum verkum granskar hon psykologiskar tilveruspurningar og sambandið millum menniskja og náttúru. Við eini undrandi og eksistentiellari tilgongd letur hon listina ferðast millum jørð, rúmd og teir ósvaraðu spurningarnar, ið liggja millum stjørnurnar. Við persónligum útgangsstøði og við eini sterkari tilvitsku um bæði tað innara lívið og samfelagsligar spurningar, skapar hon list, ið speglar samtíðarins fremmandagering og longsul eftir at hoyra til.

Instagram: @gvodnyaarstein

Heimasiða: ávegis

 

Laila Mote:

Er myndlistakvinna og arkitekt, fødd og uppvaksin í Føroyum við røtum úr Kenja. Hon hevur eina master í arkitektur frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn (2022), og hevur síðani lokið prógv, arbeitt innan myndlist, grafiska sniðgeving og arkitektaarbeiði fyri kundar í Grønlandi, Svøríki, Íslandi, Gambia og her heima í Føroyum. Hennara myndlist gevur eitt innlit í at vaksa upp í einum hvítum samfelagi sum ein litt kvinna, POC, í einum føroyskum høpi. Umframt hennara persónligu evnir arbeiðir hon eisini við størri samfelagsligum spurningum og trupulleikum.

Heimasíða: Lailamote.com

Instagram: @Lailamote

 

 

Adressa:

Gallarí á Stongunum

Stangavegur 13

Klaksvík

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri
Kappróður: Teknikkur og taktikkur í hásæ…
Elisabet Norðoy Vilhelmsen gjørdist dags…