Sílaveiðitúrur á Skarvanes
Vit báðir, eg og bróður Ásmundur høvdu tosað um at fari ein túr á Vatnið í Vatnsdali á Skarvanesi at vita um síl fingust har. Frá monnum Ásmundur hevði siglt saman við ljóðaði, at har skuldu vera síl.
Mánadagin í vikuni var so fari, vit tríggir, undirritaði, Hans Hjalti og Ásmundur. Vit báðir Hans Hjalti fóru í mínum bili og avgjørt varð, at Ásmundur skuldi koyra úr Vestmanna á Gomlu rætt, har hann so skuldi koma upp í hjá okkum restina av vegnum til Skarvanesar.
So skjótt sum vit sneiddu av vegnum til Húsavíkar á Skarvanesvegin, merktu vit hvussu illa vegurin til Skarvanes er, ja, asvaltið rakk illa til breiddina av vegnum. Men við varligari koyring náddu vit fram. Við at googla síggi eg, at ongin búði á Skarvanesi í 2000, men at í dag búgva 10 fólk her.
Vit parkeraðu bilin og hildu beinan vegin áfram eftir gøtuni til Dals.
Sigast skal, at hesin túrurin var ein frægd fyri eygað. Sum sæst á myndunum niðanfyri, so er útsýnið her ógvuliga vakurt. Útsýnið norður ímóti Sandi og Salthøvda, eins og yvir á Skúvoynna var flott. Men tað, sum einamest festi seg, var at síggja suður ímóti Dímunum báðum og Hvalba og Suðuroynni. Eg stúrdi eitt sindur fyri gongutúrinum hjá mær, tí vit skuldu upp á umleið 200 metrar, áðrenn vit komu til Vatnið. Men tað gekk, makkararnir vóru góðir til at lagað ferðina eftir orkuni hjá mær.
Eg skrivaði Skúvoy við ongum “g”. Tað er tí, at Niels Absalon sáli av Viðareiði hartaði meg fyri at hava skrivað um Skúvin á Svínoynni við “G”. Hann spurdi meg tá: Sigur tú Skúgvadal ella Skúgvoyggj? Tað mátti eg sanna, at tað gjørdi eg ikki í dagligari talu. Jamen, segði Niels, halt fast við títt Norðoyamál!
Ná, men eftir umleið 2 kilometrar komu vit til Vatnið í Vatnsdali. Settust eina løtu við einum kaffikoppi og tosaðu um og nýttu útsýnið hagani. Hóast vit sótu eina løtu, so sóu vit í fyrstu atløgu ongar ringar á Vatninum. Men so skjótt vit vóru tilriggaðir, og Ásmundur var farin eitt sindur frá, rópti hann, at hann hevði sæð eitt. Men tað gekk tó eitt sindur drúgv tíð til fyrsta sílið var á hjá Ásmundi, men um somu tí kendi eg eisini og Hans Hjalti tað sama. Hvussu leingi vit royndu veit eg ikki, helst einar fýra tímar. Tá hevði Ásmundur fingið 6, eg tvey og Hans Hjalti eitt. Men umframt høvdu vit verið fastir í fleiri góðum sílum. Tey vit fingu lógu um góðar 30 sentimetrar, og tey vóru væl í holdum. Tó annað hjá mær var ikki feitt og eitt hjá Ásmundi var ógvuliga svart.
Nú var dagurin við brennandi sól farin at halla, so vit valdu at fara aftur til gongu til Skarvanesar og bilin.
Hesin túrurin vardi frá 11 á morgni og til umleið áttatíðina á kvøldinum.
Myndirnar hava vit allir staði fyri.