Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kann mann veruliga lóggeva ímóti einum manni og býi?

SKRIVAÐ: Karl H. Johansen, Borgarstjóri  |  06.05.2025 - 11:15 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Eru Føroya landsstýri og løgting veruliga komin so langt, at tey fáa seg til at snikka saman og samtykkja lóggávu, sum í dagsins samfelag rakar einans ein mann, eina føroyska fyritøku og ein bý?!!

 

 

Sagt verður, at tú kanst ikki lóggeva spesifikt ímóti eittans fyritøku ella persóni, tí øll lóggáva skal vera generell og raka breitt. Kortini sær út til, at vit í 2025 uppliva, at Føroya Løgting hevur samtykt lóggávu, sum í veruleikanum rakar bæði smalt og persónliga.

 

Tað hevur ikki skortað upp á ávaringar ímóti nýggju lógini um sjófeingi, og kortini skuldu vit upplivað, at landsstýri og løgting okkara í farnu viku – við smalast møguligu margin, 13 atkvøðum ímóti 12 – samtykti lógina um sjófeingi, sum í dagsins veruleika rakar bert ein mann, Hanus Hansen, og eina føroyska fyritøku, JFK, hvørs virksemi hevur ómetaliga stóran týdning fyri samfelag okkara, og hvørs týdningur fyri okkum her í Klaksvík er ómetaligur.

 

Óli M. Lassen, reiðari og siviløkonomur, ávaraði tann 29. apríl alment um, at «Tað ber ikki til at forða okkum í at keypa dagar og kvotu, tí vit samstarva við JFK samtakið». Óli greiðir frá, at vit tey seinastu árini hava sæð eina stóra endurnýggjan av línuflotanum frá gomlum línuskipum til nýggjari frystilínuskip – ein sólskinssøga fyri reiðarí, manningar og landið sum heild. Hetta hevði ikki kunna latið seg gjørt uttan í tøttum samstarvi við kapitalsterk reiðarí. Men um man nú vil lóggeva soleiðis, at feløg og harvið skip, sum JFK eigur í, ikki kunnu ogna sær fiskidagar undir Føroyum ella kvotur við Ísland, so hevur man niðurbundið hesi reiðarí til skaða fyri rakstur og inntøku hjá manning, sum eisini at ávirka komandi inntøkur hjá landinum í form av lægri skattainntøkum, um vit ikki kunnu keypa fleiri rættindir sum lógin leggur upp til.

 

Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur og fyrrv. reiðari og fiskimaður, staðfestir í almennum skrivi, at «línuvinnan hevur nógv tey síðstu árini ment seg ígjøgnum baldrutar upp- og niðurgongstíðir. Tað hava og eru bæði rakstrarligar og politiskar avbjóðingar. Ringast av hesum hava verið politisku avbjóðingarnar. Í Klaksvík eru vit fegin um tey tøk, ið eru tikin, og tey úrslit, ið fólkini ella einstaklingarnir hava útint fyri hesa vinnu og hendan bý. Tí vil eg upp á tað harðasta átala avvápningina av vinnulívinum í Klaksvíkar kommunu, har trongskygni, ábyrgdarloysi og pennastrok frá landsins leiðslu nú aftur hótta væl oman fyri 100 ársverk í kommununi!»

 

Skiparin og høvuðspartaeigarin í Pison, Eyðstein Sørensen, hevur greitt frá, at teir verða so hart raktir av hesi lóggávuni, tí teir eiga skipið saman við Kósini, at tað ikki loysir seg at halda fram við virkseminum. Orsøkin til trupulleikan er broytingar í ásetingum um nærstandandi. Tað at Kósin eigur í ger at Pison ikki kann fáa sær meiri rættindi framyvir, samstundis sum Pison hevur mist 50% av sínum fiskikvotum, síðan teir byrjaðu fyri 6 árum síðan.

 

Hesar broytingar raka ikki einans Pison, men øll línuskipini og allar partrolararnar í Klaksvík. Línuskipini eru Klakkur, Jákup B, Pison, Núpur, Kvikk og Polarstjørnan. Partrolararnar eru Stjørnan og Polarhav, Safir og Smaragd, Jaspis og Ametyst og Fuglberg og Skoraberg.

 

Syrgiligi veruleikin er, at henda lóg í tí veruleika, vit í dag hava, rakar Hanus Hansen og JFK-samtakið, men í veruleikanum verða teir, sum eiga skip saman við stjóranum á JFK, fastlæstir í verandi støðu og kunnu ikki vaksa um sítt virksemi. Teir eru Jákup B, Óli M. Lassen og Helmar Lassen, Klakkur, Líggjas V. Johannesen og Bethuel V. Johannesen, Pison, Eyðstein Sørensen og Bjartur Thomassen.

 

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu standi eg málleysur! Tað er ótrúligt, at landsins leiðsla fær seg til at sýna ein slíkan hugburð, at teirra lóggáva í verandi samfelag rakar ein mann, hvørs lívsverk er at byggja, verja og menna fiskivinnuna her í samfelagnum, og eina søguliga vinnufyritøku, sum gjøgnum fleiri mansaldrar hevur bygt og ment samfelag okkara. Harafturat rakar henda lóggáva ein bý, Klaksvík, sum hevur satsað og gjørt íløgur í fiskivinnuna, men sum nú verður revsaður fyri júst hesa satsing. Hvat skulu vit í Klaksvík hugsa um slíkan hugburð?!

 

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu eri eg ómetaliga vónbrotin av hesi lóggávu frá landsins leiðslu, hvørs avleiðingar eru til stóran skaða fyri møguleikar okkara her í Klaksvík at halda fram at virka og menna okkum innan fiskivinnuna!

 

Klaksvík, 6. mai 2025

 

Karl H. Johansen

Borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu
Myndarøð: Seafood Expo Global
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Kári Svensson í Gallarí Havnará
Kann mann veruliga lóggeva ímóti einum m…
Heimsins størsta sjógætismessa í Barcelo…
Javnaðar­flokku­rin heldur lands­stevnu ley…
NIARN í Varpinum í kvøld
Kvøldseta í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna í stórari skuld
Upphiting áðrenn dystin millum Føroyar o…
Methøg inngjøld í 2024
Kári P á Summar Festivalin
René Shaki Joensen gjørt nýggjan sáttmál…
Ókeypis konsert við svenskum slagverksbó…
Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjar…
Føroysk vinnulívs­fólk á ferð við 62°Vinn…
Mjølnir hevði trý av teimum bestu
Sjúgvaður av vølli
Skipað avmyndan av verkum eftir listaman…