Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til frama fyri fólkið

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  11.05.2025 - 21:27 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstevnusamtykt 2025

 

 

Javnaðarflokkurin er upphavið til føroyska vælferðarsamfelagið, og tað er okkara fremsta uppgáva at varðveita og menna tað. Vit arbeiða fyri, at øll í Føroyum skulu liva væl. Har øll eru við, óansæð inntøkubólk, kyn, ættarlið ella øki.

 

Vælferðarsamfelagið skal røkjast, so eisini komandi ættarlið fáa somu ella betri kor at liva í. Tað krevur, at viðhvørt er neyðugt at gera smærri broytingar. Og viðhvørt er neyðugt at gera stórar broytingar. Annars er vandi fyri, at súlurnar undir vælferðarsamfelagnum ikki halda.

 

Landsstevnan staðfestir, at ein sterkur og sosialt haldførur búskapur er avgerandi fyri vælferðarsamfelagið í framtíðini. Broytta fólkasamansetingin og vantandi búskaparliga haldføri setur krøv til umskipanir, sum skulu fremjast við samhaldsføstum langtíðarætlanum.

 

Landsstevnan fegnast um framd úrslit, sum gera stóran mun fyri fólk í Føroyum. Javnaðarflokkurin hevur í landsins stjórn tikið ábyrgd í einari truplari tíð við bygnaðarligum halli og stórum prísvøkstri, sum er komin inn á okkum uttanífrá.

 

Úr rúgvuni av átøkum kunnu nevnast søguliga stóri skattalættin, sum hevur lætt um hjá lág- og miðalløntum. Ein arbeiðari hevur nú 7.500 krónur meira at liva fyri um árið. Føroyingar hava fingið ein ómissandi rætt at vitja haga, vøtn, fjøll og strendur í Føroyum. Tiltrongt lønarlyft er latið láglønarbólkum, sum arbeiða innan heilsu- og umsorganarøkið. Lønarmunurin millum kynini er minkaður. Ferð er komið á arbeiðið at fáa løn undir útbúgving. Og ein framskygdur bústaðarpolitikkur skal virka fyri, at 2.000 nýggir bústaðir verða bygdir komandi fimm árini.

Landsstevnan fegnast eisini saman við arbeiðararørsluni um lønarlyftið og betri livikorini, sum arbeiðarafeløgini kempaðu seg til í fjør. Heitt verður í sama viðfangi á floksleiðsluna um at styrkja sambandið við fakfelagsrørsluna enn meira. Fakfeløgini eiga ein sjálvsagdan rætt til at ávirka samfelagsgongdina.

 

Úti í heimi stendur nógv av tí, sum er tikið fyri givið, ikki á stinnari grund, og menniskjaligi sorgarleikurin í Ukraina og Gasa er ikki til at skilja. Sakleys børn og fólk eiga ongan lut í teimum illstøðum, sum elva til ófrið og yvirgang. Landsstevnan tekur harðliga frástøðu frá allari krígsførslu og harmast um versnandi neyðina hjá fólkunum í krígsherjaðu økjunum. Vit krevja, at landsstýrið ger sítt fyri, at harðskapurin endar alt fyri eitt, og at stongsil av neyðsynjarvørum, heilivági og lívstýðandi heilsutænastum verður avtikin og at vápnahvíld verður sett í verk beinanvegin.

 

Herheima eru politisku úrslitini mong, men landsstevnan minnir á, at nøkur av málunum, flokkurin fór á val uppá, eru eftir at fremja, sum fólkavaldu umboð floksins eiga at avgreiða fyri komandi løgtingsval. Her stendur fremst at stytta arbeiðsvikuna, byggja hópin av bústøðum og at fáa mvg-frítøkuna av gerandisvørum.

 

Við Tjarnir tann 9. mai

Landsstevna Javnaðarfloksins

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Nøglin
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…