Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Tummas Pauli Mýri

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.06.2025 - 22:52 Tíðindi Veðrið

Veðrið fer at vera umleypandi í vikuni, sum stendur fyri framman. Eitt lágtrýst fer at ganga beint á okkum, um tað kann gott vera, at tað fer at vera trupult at fáa forsagnirnar bert stutta tíð fram at halda.

Í júst farna vikuskifti fekst næstan eingin forsøgn at halda bert eitt samdøgur fram. Ikki óvanligt, tá ið lágtrýst koma beint á Føroyar.

Men hetta er so tað, sum telda okkara hevur roknað seg fram til næstu 5 dagarnar.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður sunnan. Um dagin er samdrigið og regn. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Um kvøldið kemur hann av útnyrðingi og veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s., skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum kanska sólglottar. Hitin 6 til 11 stig.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í strúk vestan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina minkandi vindur. Hitin 5 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður av útsynningi. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Allan samdøgrið hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum