Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karl Johansen, borgarstjóri | Mynd: Oliver Joensen

Hjartaliga vælkomin í miðbýin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2025 - 07:00 Tíðindi Vinna

segði Karl Johansen, borgarstjóri millum annað í røðu sínari tá reisigildi varð hildið fyri KG, nýggja hotellinum í Klaksvík. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

 

Góðan dagin, øll somul

Fyrst vil eg takka fyri innbjóðingina til hesa søguligu løtu, nú vit kunnu hátíðarhalda, at seinasta sperran er løgd í hesum risa stóra projekti.

Eg havi nærum ikki orð fyri, hvussu fantastiskt hetta er.

At standa her og líta á Kunoyarfjall og vita sær, at hetta er útsýnið, ið fólk úr øllum heiminum møta, tá ið tey keypa sær eina nátt á hesum hotellinum, er barasta so ótrúligt!

Hendan verkætlanin fer at broyta býin til nakað, sum vit enn bara kunnu gita okkum til, men eg eri púrasta samførdur um, at tað verður bæði gott og ómetaliga mennandi fyri alt Norðurøkið. 

 

***

Øll sum hava verið knýtt at eini byggiverkætlan, størri ella smærri, kenna kensluna, tá ið bygningurin verður reistur. Onkursvegna fær man luft eina løtu, tí eitt týðandi mál er rokkið. Mann er errin og onkursvegna eyka spentur, at fara undir næsta stigi, tí nú byrjar myndin av álvara at taka skap.

 

***

Eg haldi at vit kunnu siga, at enn einaferð uppliva vit, at tað ómøguliga gerst veruligt!

Tað er nakað, sum eg haldi, fer eftir fer ímyndar bæði hesa verkætlanina og vinnulívið her í Norðurøkinum.

Fyri umleið 20 árum síðan vóru tað tey allar fægstu, sum trúðu uppá ein nýggjan miðbý her. Fyri tey flestu, sum tá fingu fortalt, at hetta óivað fór at taka 25 ár, vóru skeptisk.

 

Onkuntíð havi eg hugsað, at hendan ætlanin við einum nýggjum miðbýi kann samanberast við puzzelspølini, har tú hevur 1000 tals brikkar, og als ikki dugir at síggja, hvussu tú fert at megna at leggja allar brikkarnar.

Skalt tú koma á mál, so krevst tol, dugnasemi, úthaldni, og trúgv uppá, at tað fer at eydnast, hóast málið til tíðir kann kámast burtur.

Men nú vit standa her, so kunnu vit ikki annað, enn vera ómetaliga errin av øllum tí, sum er framt her á økinum.

Eg verði ofta spurdur, hvussu tað ber til, at ein kommuna við 5000 borgarum kann hava ein so framkomnan og spennandi bý.

Eitt svar er uttan iva góða samstarvið millum vinnuna og kommununa, tí uttan hetta, var tað als ikki møguligt. Men høvuðsorsøkin er heilt sikkurt okkara sterka, djarva og váðafúsa vinnulív, sum enn einaferð hevur havt dirvið at fara undir eina verkætlan, sum als ikki er ein sjálvfylgja.

Stóra takk skulu tit hava fyri tað!

 

***

At enda vil eg bera eina hjartans tøkk til tykkum, sum hesar nógvu vikur og mánaðir so trúfast og íðið hava arbeitt og bygt henda stásiliga bygning, sum nú er reistur. Av tí at fleiri av tykkum eru útlendingar vil eg eisini bera ein part av hesum fram á enskum máli:

- Finally I will say a big thank you to you all, who have worked and builded this building. Thank you for your hard work for so many weeks and months.

You have really done a great job here, not only through the days, but also in the evenings and weekends – thank you and good luck in your further work.

Somuleiðis tøkk til Kanjon og Christian í Grótinum fyri gott og konstruktivt samstarv.

 

***

Í 2000 var hetta økið ikki til!

Í 2016 varð fyrsti stóri bygningurin bygdur her á økinum.

Í 2025 kunnu vit errin hyggja eftir einum nýggjum húsarhaldsskúla, kappróðrarneysti, tveimum íbúðarbygningum, einum banka, handilsvirksemið, eini skoytubreyt og eitt heilt serstakt og stásligt mentanarhús.

Jú, tað sømir seg, at hava langtíðarætlanir!

Góðu tit øll, sum gjøgnum hesi 20 árini hava átt ein leiklut í hesi stóru menning. Hjartans tøkk!

Eftir er bara at siga:

Hjartaliga vælkomin í miðbýin og til lukku við, at hotellið nú er reist.

Tykkum verður øllum ynskt Guds ríku signing.

Takk fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Fótbóltsdagur við Stórá!
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski
Sólmay landaði sløk 2.800 pund
Veðrið í vikuni
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Hjartaliga vælkomin í miðbýin
Tøkk - Birgir Steinfinn Matras
Kurvabólt­felagið HÁVUR
Til frama fyri fólkið
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn