Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbóltskvinnurnar leika venjingardystir ímóti Íslandi

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  12.05.2025 - 12:16 Ítrottur Tíðindi

Komandi vikuskifti fer kvinnulandsliðið í flogbólti at leika tríggjar venjingardystir ímóti íslendska kvinnulandslilðnum. Íslendsku kvinnurnar koma til Føroyar fríggjadagin og fara aftur til Íslands mánadagin.

 

Fyri bæði føroysku og íslendsku kvinnurnar, eru dystirnir liður í fyrireikingunum til CEV Silver League, sum byrjar 30. mai og heldur áfram til 15. juni.


Síðani finalurnar í Bónus kappingini vóru leiktar og kappingin harvið endaði, hava føroysku kvinnurnar verið ígjøgnum eina rættuliga harða venjingarætlan.


Ciro Zoratti, høvuðsvenjari hjá føroysku kvinnunum sigur, at dystirnir ímóti Íslandi eru eitt gott høvi at royna leikætlanir í einum veruligum dysti, har leikararnir verður settur undir trýst av einum sterkurm íslendskum liðið. Hartil eru dystirnir ein partur av tilgongdini at finna fram til teir 14 leikararnar, sum skulu mynda føroyska liðið til Silver League kappingina.


Yvir teir tríggjar dystirnar, fer venjarin at royna íalt 23 leikarar - tó við 14 leikarum til hvønn dystin.


Dystirnir, sum allir verða í ítróttarhøllini í Kollafirði, verða leiktir soleiðis:


Fríggjadagin 16. mai kl. 19.00
Leygardagin 17. mai kl. 14.00
Sunnudagin 18. mai kl. 14.00


Fyrsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Silver League kappingini verður í Jelgava í Lettlandi hin 30. mai. Tann dysturin verður ímóti Lettlandi. Dagin eftir - hin 31. mai - leika kvinnurnar ímóti Ísrael. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing