Lýsing
Lýsing
6. B vitjaði Norðlýsið
Næmingar á Skúlatrøð vitjaðu á Norðlýsinum í morgun í samband við at tey arbeiða við miðlum og greinaskriving í skúlanum
Í 6. B ganga 28 næmingar og seinastu dagarnir hava teir arbeitt við týdninginum av fólkaræðnum og møguleikanum alment, at siga sína hugsan.
Eisini hava tey sjálvi roynt seg sum greinaskrivarar, við serligum atliti til at finna yvirskriftir og undiryvirskriftir. Spurningar sum hvat lesa fólk? hvat klikkja fólk á? hava verið á lofti.
Tey siga sjálvi, at teirra flokkur er góður og við hesum takkar flokkurin fyri at hoyra um virksemi hjá Norðlýsinum. Teimum dámar væl at lesa Norðlýsið.
Seinastu tíðindini