Lýsing
Lýsing
Lýsing

Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.05.2025 - 21:51 Mentan Tíðindaskriv

Songkvinnan við sterku røddini verður við á Summar Festivalinum í august

 

Guðrun Sólja Jacobsen verður við á Summar Festivalinum í august.

Guðrun Sólja fekk stóra gjøgnumbrotið sum sangari, tá ið hon í 2003 vann stóru songkappingina "Stjerne for en aften", ið Danmarks Radio skipaði fyri. Hon var glampandi stjørnan í kappingini, og sigurin var púra sannførandi. Eftir kappingina gav hon tónleik út í Danmark og hevði nógvar konsertir niðri.

Síðani stóra sangsigurin í Danmark hevur Guðrun Sólja verið virkin í tónleiki sum sangari og sanglærari. Hon hevur javnan havt framførslur, og nú er tíðin komin, at songkvinnan við sterku røddini vitjar aftur á landsins størsta tónleikatiltaki.

Guðrun Sólja Jacobsen fer at hava framførslu saman við Janusi Kampmann á Torginum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum
Taptu toppdystin
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…