Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tvíkiljan Ennisskarð handað Bakkafrosti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.07.2025 - 21:34 Tíðindi Vinna

KJ hevur í vikuni handað Bakkafrosti tvíkiljuna Ennisskarð, sum er tvíkilja nr. 36 í røðini av tvíkiljum, sum KJ hevur handað Bakkafrosti síðani fyrsta tvíkiljan varð handað felagnum í 1999. Samanlagt er hetta tvíkilja nr. 66 í røðini, sum KJ hevur bygt.

 

 
Í góðveðrinum mikudagin vóru síðstu royndirnar gjørdar umborð á Ennisskarði og harvið komu eisini síðstu góðkenningarnar í hús. Tvíkiljan hevur fingið heimstað í Hovi, og væntast fyri tað mesta at loysa uppgávur kring alibrúkini í Suðri.  Tvíkiljurnar eru nógv broyttar síðani 1999 í skapi, tøkni og útgerð, og uppgávurnar, ið tvíkiljurnar skulu loysa gerast alsamt fleiri og krevjandi maskintekniskt. Tvíkiljan Ennisskarð, sum nú er handað Bakkafrosti, er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, sum varð handað Bakkafrosti í desember mánaða í 2023. Ennisskarð og Miðenni eru 20 metrar langar og nýggju metrar breiðar.

Enniskarð er ein sera stór tvíkilja, og hetta gevur sera gott dekkspláss. Á dekkinum standa tveir Palfinger Marine dekskranar, ið eru týðandi amboð í gerandisdegnum umborð á tvíkiljunum. Afturi í reyv í stýriborðssíðu stendur ein 90 tonsmetur krani, miðskips aftanfyri stýrihúsið er ein 33 tonsmetur krani og somuleiðis miðskips handan stýrihúsið er eitt 25 tons deksspæl. Ein koblingsplátuhaldari er eisini afturi á reyv í bakborðssíðu, og bøtir hesin munandi um trygdina hjá arbeiðsfólkinum, tá arbeitt verður við koblingsplátum, festum og aðrari útgerð.

Maskintekniskt er tvíkiljan í fremstu røð tá tað viðvíkur maskin- og ravmagnsmegi. Hon er útgjørd við tveimum FPT C16 motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakraftir, tveimum síðuskrúvum og tveimum 115 KVA generatorum, sum veita ravmagnsorku til elektriksku útgerðina umborð. Framkomin DP útgerð er sett í tvikiljuna, sum gevur heilt góðar og neyðugar møguleikar at leggja tvíkiljuna stilla á einari knattstøðu á føroysku firðunum, sum mangan eru harðbalaðir á hávetri.

Í tíðindaskrivið í november mánaða 2024 var sagt, at tvíkiljan væntandi skuldi handast á heysti 2025. Tað hevur tó eydnaðst at gera tvíkiljuna lidna um miðjan juli 2025, og tískil er hon handað Bakkafrosti væl áðrenn ætlaðu tíðarætlanina. Hetta er sjálvandi at fegnast um. KJ ynskir Bakkafrosti og manningini umborð á Ennisskarði hjartaliga til lukku við tvíkiljuni, og Guds signing við arbeiðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið