
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Hesa vikuna hevur skeið verið á Spinnarínum, og tað endar fríggjadagin 22. august við opnum húsi. Norðlýsið hevur tosað við Dorit Hansen úr Áhugafelagnum Spinnarínum um skeiðið og um visiónirnar fyri Spinnarínum.
– ”Vit kalla skeiðið RokkaDun, sum er eitt gamalt orð í føroyskum, sum kanska ikki er so væl kent, ið merkir, at rokkar duna, t.e. geva ljóð frá sær, og rokkarnir í Føroyum hava leingi verið eitt symbol upp á tað, sum er farið. Rokkar bera í dag boð um eina fortíð, sum ikki livir longur. Vit vilja fáa lív í hondverkið aftur, bæði fyri at varðveita ta vitan, sum vit hava um ullina og hondverkið, og fyri at geva tí nýtt lív. So hesa vikuna hava vit havt eitt skeið við einum útlendskum spinnara, ið eitur Theresa George og er úr Englandi, og skeiðið, sum fyrst varð avmarkað til 15 luttakarar, varð víðkað til 20, tí tað var stórur áhugi, og tað eru framvegis fólk á bíðilista, sum ikki sluppu við”, sigur Dorit Hansen frá Áhugafelagnum Spinnarínum.
Sjálv var Dorit á skeiði hjá Theresu George í Englandi, og Theresa hevði áhuga í at koma til Føroya. Orsøkin til, at valið fall á ein útlendskan undirvísara, er, at hóast undirvísingartilfar er til á føroyskum, so hava vit eisini tørv á innspræning uttanífrá, sigur hon.
– ”Tað er ein vaksandi áhugi fyri spinning og fyri ull, eins og fyri at gagnnýta tað, vit hava, og fyri handverkinum sjálvum. Á skeiðnum læra vit at gera træðrir og tógv. Vit læra, hvat tað ymiska á ullini kann brúkast til, um rótina og broddar, og eisini læra vit heilt ítøkilig ting, sum til dømis hvussu haldast skal á tráðnum, hvat er rokkurin ítøkiliga fyri nakað og um hvussu ein skiftir gear og ferð”, sigur Dorit.
Mikrospinnarí
Tær fyrstu maskinurnar til eitt sokallað mikrospinnarí eru komnar. Eitt mikrospinnarí er, sum navnið sigur, eitt evarska lítið spinnarí. Tað fyrsta mikrospinnaríið í Føroyum er longu komið og liggur í Skopun, har tað er eitt vinnufelag, ið fokuserar upp á sjálva framleiðsluna. Maskinurnar líkjast teimum, sum Spinnaríið í Klaksvík er í ferð við at útvega sær.
Spinnaríið í Klaksvík samstarvar við lokalar bøndur, sum veita Spinnarínum ull. Í løtuni fáa tey ull úr Kunoy, Fuglafirði, Kallsoynni og Klaksvík. Tey vilja fegin samskifta við bøndurnar um, hvat tað er fyri ull, áhugi er fyri at fáa júst í løtuni, greiðir Dorit Hansen frá. Í løtuni er talan um eina royndarverkætlan, har Spinnaríið eisini skal læra ullina hjá bóndunum at kenna, fyri at kunna siga frá, hvat skal til fyri at fáa ta bestu ullina.
Ull er avgjørt ikki bara ull
– ”Tað er stórur munur á ull. Ikki bara geografiskt, men eisini er ullin ávirkað av, hvussu veturin hevur verið, um seyðurin gongur ovarlaga ella niðarlaga, nær á árinum, klipt verður og so framvegis”, sigur hon, og heldur fram: – ”Vit fáa so ull frá bóndunum, og so hava vit í løtuni eina trumlu, ið fær sandin og tann versta skittin úr ullini, og so fer ullin í eina ídnaðar-vaskimaskinu, ið er gjørd til endamálið, t.v.s. til ull. Síðani verður hon turkað í nøkrum kurvum, og haðani fer hon til eina rívu, sum ger ullina luftina – sum í útsjónd minnir um candyfloss”.
– ”Tá er ullin klár at verða karðað og spunnin. Vit ætla so, at næsta stigið í mikrospinnarínum er at keypa karðar, og tá tað er gjørt, verða sjálvir spinnararnir keyptir. Tá alt tað er komið, ber til at gera endaliga produktið, ið er tógv. Vit fáa víst á, at tógvið er gjørt úr lokalari ull frá hesum og hasum bóndanum, og frá seyði, ið hevur gingið í hesum haganum ella hasum haganum. Sporførið verður fullkomiliga gjøgnumskygt, og ullin er enntá vaskað her”, sigur Dorit.
Bæði føroyingar og ferðafólk hava áhuga í at kunna vitja ein bónda og síggja seyðin, og tað er forvitnisligt. Marknaðurin er har, og tað fer at bera til at selja lokalar vørur og tænastur. Hvat ferðavinnuni viðvíkir, so ger Spinnaríið seg klárt til komandi ár og komandi turist-sesong, men í Spinnarínum uppliva tey júst í hesum døgum, at hvønn tann einasta dag koma ferðafólk á gátt og spyrja, um tey kunnu hyggja seg um. Ferðafólkini vilja eisini heldur enn fegin gjalda fyri atkomuna.