Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Tey bæði bestu og formsterkastu liðini møtast í dysti, har KÍ nærum kann staðfesta FM 2025, meðan HB kann fáa eitt lítið sindur av spenningi í kappingina.
Átta stig skilja bæði tey fremstu liðini KÍ og HB undan dystinum, har KÍ hevur leikt ein dyst færri. Tað merkir, at vinnur KÍ sunnudagin, so er FM mest sum avgjørt. Vinnur HB, so er framvegis eitt sindur av spenningi í kappingini um FM, men tað fer framvegis at krevja ein stóran niðurtúr hjá KÍ, sum liðið ikki hevur havt síðani fyrsta triðingin av kappingini í fjør.
Hetta er eisini dystur millum tey liðini, sum eru best í løtuni í landskappingini. Síðani liðini møttust í 1-1 javnleiki í Gundadali í 10. umfari hevur KÍ vunnið allar dystirnar, meðan HB bara hevur sett stig til í einum dysti, sum var móti grannunum úr B36.
Dysturin á Djúpumýru sunnudagin byrjar kl. 15.00.